Lýsing
Lýsing
Lýsing

Telja hval á sjeynda sinni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.07.2024 - 09:01 Tíðindi

Føroyar luttaka í summar í altjóða hvalateljing saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið er at telja hval so víða um í Norðuratlantshavi sum gjørligt. Føroyar luttaka við tveimum skipum; Jákup Sverra og Ran.

 

Hetta er sjeyndu ferð at tær sokallaðu North Atlantic Sightings Surveys (NASS) teljingarnar verða gjørdar. Tað er felagsskapurin NAMMCO, sum samskipar teljingarnar. NAMMCO er ein felagsskapur í Norðuratlantshavi, ið umsitur hval og kóp.

Jákup Sverri, ið ger makrelkanningar í sjóøkinum við Føroyar, hevur fýra hvalaeygleiðarar við umborð. RAN er leigaður at gera hvalateljingar í sjóøkinum vestan fyri bretska og føroyska sjómarkið, og har eru átta hvalaeygleiðarar umborð, bæði føroyskir og útlendskir.

Havstovan samskipar føroysku luttøkuna. Føroysku skipini loystu hósdagin 27. juni. Meira kunning um kanningarar og hvussu gongst teimum ymisku skipinum at telja er at finna á NASS-North Altantic Sightings Survey 2024.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Svein Rógvi tippar dagsins eystanstevnur…
Ellinor og sluppirnar
KÍ møtir SFK Sarajevo
Hópuppsøgn frá starvs­fólkum orsøk til fr…
Havi bíðað í 46 ár - Eg var ikki heppin,…
Samráðingar­nar við KAF slitnaðar og semi…
Vøllurin á Djúpumýru handaður
Flottasta mál við Djúpumýrar nakrantíð?
Konsert í Christians­kirkjuni
Mildrid: Skriv til Edvard Heen
Grind í Gøtu
Røddin eftir valið
KÍ vann 4-2 á B36 í kvøld
Fiska á ymiskum leiðum
Norðlýsið nú á Stoksoyra
Ovasta hæddin á Dávavirki­num til leigu
Nú vita vit hvussu nógvum serlæknum tørv…
Summarlegan manglar nakrar hendur aftura…
Nevndin skipað seg
Upptakt: KÍ-B36