Lýsing
Lýsing
Lýsing
Erik Aanderaa til høgru á myndini. Meðan vit gjørdu samrøðuna komu tveir menn úr Hollandi og heilsaðu uppá. Teir eru eisini komnir til Føroyar sjóvegis, teirra bátur liggur í havn, men teir høvdu hoyrt at Erik lá í Klaksvík og vildu koma norð at heilsa uppá hann. Teir vóru Erik fjepparar | Mynd: Jóhann Lützen

”Føroyar eru vakrastu oyggjarnar í heiminum”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.07.2024 - 15:41 Mentan Myndarøð Tíðindi

Orðini eigur 42-ára gamli Erik Aanderaa, sum veruliga veit, hvat hann tosar um, tí hann er víðagitin sjófarari úr Noregi, sum í hesum døgum vitjar í Klaksvík við báti sínum á veg til Grønlands. Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við Erik um tað at sigla, um at liva av at leggja upptøkur av sigling út á internetið, og annars um leyst og fast í sambandi við hansara sjóferðir.

 

 

Bátur Eriks, Contessa 35, er 11 metrar langur og bygdur í 1976. Erik hevur átt hann í 22 ár og útgjørt hann við útgerð, sum ger, at Erik einsamallur kann sigla við honum á heimshøvunum. Í byrjanini var báturin hansara frítíðarítriv, men í dag livir Erik av at sigla. Hann tekur nevniliga sínar túrar við bátinum upp og leggur klippini út á Youtube (sí leinki niðast í greinini) og fær á tann hátt pening fyri at sigla.

Tað gongur heilt einfalt út uppá at upptaka video og ”uploada” (”laste opp”, sum Erik orðar tað) tey til Youtube, og síðani verður hann goldin fyri talið av ”views”, t.e. hvussu mong hava verið inni og hugt at hansara video’um. Tað verður fíggjað av, at nakað av lýsingum eru við í video’unum, og Erik fær síðani pengar frá lýsarunum, alt eftir hvussu mong hava hugt.

– ”Sjálvur trúði eg tí ikki fyrr, at tað var gjørligt at hava eina starvsleið ella karrieru á Youtube, men um tú hevur eina nóg stóra passión fyri tí, tú gert, so vilja onnur fegin fylgja tær”, sigur sjófararin, men leggur afturat, at tað tekur fitt av tíð at koma hartil, at ein kann liva av síni passión. Ein má fara úr sofuni, fylgja síni passión og fara út at síggja heimin, og tað viðmælir Erik uppá tað sterkasta.

Hann leggur eina við, at hansara upptøkur ikki bert eru ætlaðar sum undirhald, men sum inspiratión til fólk og áheitan á tey um at vitja støðini sjálvi.

Upptøkurnar til Youtube ganga fyri seg á tann hátt, at á túrinum tekur hann bara upp; talan er ikki um nakað kamerahold ella livestroyming. Heima í Haugesund hevur Erik eitt studio, har hann viðgerð upptøkurnar og leggur tær út, tá ið hann er nøgdur. Og hann setir stór krøv til góðsku av video’unum – tað kann taka so mikið sum 6 mánaðir at gera eina videoseriu av einum túri.

Um júst hendan túrin sigur Erik: – ”Jú, eg byrjaði fyri 2 vikum síðani, og ætlanin er at vitja Grønland síðst í juli, og harnæst á Jan Mayen á veg heim aftur. Tilsamans fer hesin túrurin at taka umleið 8 vikur. Júst hesin túrurin snýr seg um at fylgja í sjósporunum hjá Eiriki hinum Reyða. Eg taki ikki neyvt somu rutu sum hann, men komi til somu oyggjarnar”, sigur Erik.

Í Føroyum hevur Erik Aanderaa vitjað fleiri ferðir, og hetta er fjórðu ferð, hann er her. Og hann er ikki í iva: – ”Føroyar eru tær vakrastu oyggjarnar í heiminum. Tí dámar mær so væl at vitja her, og tað er altíð hæddarpunktið á túrunum hjá mær”.

Og sjóvinnubýurin Klaksvík hevur eisini tikið væl ímóti Eriki, tí við sær á leiðini til Íslands, Grønlands og Jan Mayen hevur hann fingið bæði spik, turra grind og okkurt gott frá Föroya Bjóri.

Umframt Youtube hevur Erik eisini eina app, har til ber at fylgja sær í Live Trekking, sum tað eitur, har ein kann fylgja við í, hvar Erik er staddur. Appin eitur NBJS, ið er stytting fyri No Bullshit – Just Sailing. Youtube-kanalin hjá honum kann síggjast her:

https://www.youtube.com/channel/UCUH6fLsV6J7WKEmf7vJKfAw                 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiska á ymiskum leiðum
Norðlýsið nú á Stoksoyra
Ovasta hæddin á Dávavirki­num til leigu
Nú vita vit hvussu nógvum serlæknum tørv…
Summarlegan manglar nakrar hendur aftura…
Nevndin skipað seg
Upptakt: KÍ-B36
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Straight Ahead Veðraplátan er loksins af…
Prógvhandan – Klaksvíkar HF skeið
Lea O. Højsted nýtt met í 100 m bringu
Gadus siglir heim
Framrættaður leikari til KÍ
Botnbrak í Klaksvík í kvøld
Tilbúgvingin eigur at verða styrkt
Statt ikki eftir á kaiini – bílegg pla…
Telja hval á sjeynda sinni
Ellinor og sluppirnar
Formula fingið herðaklapp fyri sítt avri…
Kular Røtur & Smíl á Norð Festivali­num 3…