Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mike Horn á langukai við báti sínum. Mike Horn er heimsgitin ævintýrari og hann er hugtikin av Føroyum | Mynd: Jóhann Lützen

- Eg fari hagar, vindurin førir meg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.06.2024 - 19:59 Mentan Tíðindi

Mike Horn, olympiskur logaberi og rannsóknarfarari í 32 ár eftirhondini, er komin til Klaksvíkar. Ætlanin var bara at fara úr Grønlandi til Keypmannahavnar við seglbáti, og so víðari til Paris, og tað var ikki við í ætlanini at vitja í Føroyum í heila tikið. Men vindurin førdi hann bókstaviliga til Klaksvíkar. Mike sigur við Norðlýsið, at honum dámar væl, tá tað ikki gongur eftir ætlan, og hann kemur til óvæntað og ótilætlað støð

 

Tað er ikki ein og hvør vit hitta á langukaj. Mike Horn er mettur at verða heimsins mest gitni rannsóknarfarari. Vit sessast umborð á snotuliga báti hansara, fáa ein kaffimunn og byrjað at práta. 

– “Eg havi altíð verið ein droymari. Eg haldi, at um dreymar tínir ikki forskrekkja teg yvirhøvur, so droymir tú ov smátt. Ein av mínum dreymum var at byggja ein bát, ið kundi sigla kring alla Jørðina, ikki minst til tey støð, sum eru torfør at koma til. Eg brúki bátin til at síggja við egnum eygum, hvørjari støðu Jørðin er í. Fyri at gera mær eina sanna mynd av, hvussu standurin í heiminum er”.

Soleiðis byrjar Mike Horn samrøðuna við Norðlýsið. Hann vil, at hansara royndir og eygleiðingar kunnu brúkast til at læra ungdómin um heimin. Mike hevði ikki ráð at byggja bátin sjálvur, men hann fekk ein sponsor, sum sá virðið í tí, Mike setti sær fyri. Sponsorurin sá brandið Mike Horn sum eitt góðskustempul, og afturfyri fekk Mike pening til bátin hjá sær, sum hann bygdi í São Paulo í Brasil. Á tann hátt fekk ein fátækur maður ein bát, sigur Mike.

– “Eg bygdi bátin upp á 11 mánaðir afturi í 2007, og eg havi higartil verið 27 túrar kring um heimin, so tað eru á leið 2 túrar rundan um knøttin um árið”, sigur Mike Horn víðari. Men hvat gekk so “galið”, tá hann noyddist at leggja inn her í Føroyum?

– “Tað vóru serliga vindurin og aldurnar. Vindurin trýsti okkum norðureftir, og aldurnar gjørdust stórar. Tá tók eg avgerð um at leggja inn í Føroyum at kroka. Í Føroyum var mjørki, og stóru myrku fjøllini gjørdu tað til kanska ta mest fantastisku innsiglingina, eg havi havt til nakað land. Fyrst kundu vit ikki síggja landið fyri mjørka, men skjótt komu vit inn á firðirnar, og sjógvurin gjørdist róligur”, sigur hann.

– “Longu áðrenn eg legði at, visti eg, at føroyingar máttu vera nakað serligir. Eg eri rannsóknarfarari, og eg leggi ongar treytaleysar ætlanir. Eg leggi eina yvirskipaða ætlan um, hvagar eg skal, men eg fari ongantíð ímóti náttúruni fyri at røkka málinum. At verða trýstur higar av vindinum gevur mær tvørturímóti eina góða orsøk til at kanna plássið, eg komi til, og eg kenni meg sera vælkomnan. Føroyar eru eitt av fáu støðunum, har ein er veruliga vælkomin, tí fólkið í Føroyum skilir, hvussu krevjandi tað er at sigla”, sigur Mike Horn.

– “Øll eru vit eitt sindur svøk”, leggur hann afturat, tá Norðlýsið spyr Mike, um ikki føroyingar munnu vera eitt sindur svakir fyri at búgva her, og “tá svøk møta svøkum, so kemur ein góð javnvág burturúr”, sigur hann skemtandi. – “Vit liva í eini broytingartíð, har menniskju eru ment og búnað nógv á ymiskar hættir, sum onki hava við náttúruna at gera. Internetið, sosialir miðlar og vitlíki gera, at vit kunnu ferðast inn í ein tykisheim, men í Føroyum kann man gera eina ævintýraferð í veruleikanum. Veruleikin er at finna í náttúruni”, sigur rannsóknarfararin.

– “Her kunnu fólk halda sambandið við náttúruna við líka. At tit í Føroyum framvegis fiska og halda gomlum siðvenjum uppi, og at tit kunnu uppihalda tykkum sjálvum uttan nakað uttanífrá, er eitt tað størsta virðið, ið tit hava í Føroyum. Tað snýr seg ikki so nógv um, hvat tit kunnu selja til onnur, men at tit kunnu klára tykkum sjálvi. Tá ið tit kunnu klára tykkum sjálvi, so liva tit á rættan hátt. Sjálvur komi eg úr Suðurafrika, sum leingi var boykottað av øðrum londum. Vit vórðu noydd at klára okkum sjálvi undir boykottinum, og vit vuksu og mentust av tí”, greiðir Mike Horn, sum setur eina stóra æru í at knógva avbjóðingum á longu ferðum sínum, frá.

 

Mike Horn við róðrið á báti sínum. Um eg skuldi bygt bátin við dagsins marknaðarprísum hevði tað kosta eini 15 mililónir euro, t.e uml 111 miilliónir krónur.

 

Les meira um Mike Horn á heimasíðu hansara her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ruth leggur fíggjarlógar­uppskotið fram
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Løgmaður vitjað vesturi í Vágum
Norð­urlendsku hjarta­felagskapir­nar havt…
Merktu grindir­nar tætt saman
Malan Johansen háðar tey eldru
Margit Johansen fekk tænastumedalju kong…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.