Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ókend Klaksvíkarsøga jarðað í gamla kirkjugarði í Havn

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.12.2025 - 10:10 Mentan Tíðindi

Nú um dagarnar kom út bókin ”Hendur ið sleptu”, sum  snýr seg um gamla kirkjugarðin á Svínaryggi í Havn. Men í hesum kirkjugarði er eisini ein týðandi og nærum ókendur partur av Klaksvíkar søgu

 

Henda søga  er um ættina hjá Faktorinum, Johan Christian Djurhuus, sum stóð fyri einum munandi parti  av menningini av Klaksvík fram til fyrst í 1900- talinum, tá ið Kjølbro tók við. Faktorin liggur sjálvur fimti  í sínum húski jarðaður í umrødda kirkjugarði í Havn. Hetta er ein áhugaverd søga, sum her skal verða greitt eitt sindur frá.

Søguna um Faktorin sjálvan greiðir J. Símun  Hansen frá í bókini ”Havið og vit”. Men í hesi nýggju bókini eru  áhugaverd ískoyti til hesa søgu.

Børnini hjá Faktorinum høvdu eina heilt serliga søgu. Ein er um lagnuna hjá soninum, Jacob, sum var púra ókend til fyri kortum. Men tað er nú  staðfest, at hann doyði blaðungur í Grønlandi, har hann arbeiddi hjá kongaliga handlinum. Eingin vistu nakað um hann, fyrr enn hansara gravsteinur var funnin í lítlu bygdini Ritenbenk norðuri í Grønland. Tað eydnaðist eisini at finna fram til hansara syrgiligu søgu, sum er við í bókini.

Ein sonur Faktorin var Johannes kallaður Johs. Hann keypti tíðliga í 1900-talinum Nólsoyarstovu í Havn, har hann hevði apotek  Hagar fluttu tey øll at búgva, tá ið Faktorin var  blivin gamal og hevði lagt frá sær.

Merkisverd er søgan um sonin Sofus, og  son hansara Egil Henning. Sofus var  ein væl umtóktur lækni. Men persónlig óeydna gjørdi, at hann fekk ein dramatiskan deyða.  Hetta er væl lýst í bókini.

Sofus átti sonin Egil Henning, sum var føddur  í 1898.   Mamman fór skjótt av landinum. Egil Henning flutti saman við ommunu og abban til Havnar at búgva í Nólsoyarstovu. Ein sonur, Andreas,  kom saman við eini gentu, og tey fingu eitt barn við gentuni. Men hann doyði av sjúku. Tað er alment kent, at Vitalisættin er ættað frá teimum báðum. Hetta er einasta ætt, sum er undan Faktorinum og konuni.

 

Søgulig dagbók

Fyri nøkrum árum síðan kom fram serliga søgan hjá Egil Henning, sum er ein týðandi og stórur partur í nýggju bókini.

Egil Henning  verður sjúkur. Tað er ikki púra greitt, hvat ið feilti honum, men hann varð sendur til Danmarkar at fáa heilsubót á einum sanatorium.

Tá fór hann at skriva dagbók. Her sæst eisini, hvussu skilagóður drongurin er. Hann hevur eina vakra hondskrift og skrivar nærum púra rætt á donskum, eisini tá ið hann skrivaði onkuntíð  á føroyskum.

Egil Henning fær ikki hjálp í Danmark. Hann kemur so heim aftur og býr í Nólsoyarstovu saman við sínum ættarfólki. Hann heldur fram at skriva dagbók, eftir at hann er komin heim aftur. Hon er sera áhugaverd og gevur eina góða lýsing av tíðini tá. Hann greiðir eisini frá øllum teimum mongu sum vitja hann, eisini úr Klaksvík. Her verður m.a. eisini greitt frá Lützen familjuni í  Klaksvík, sum hevði nógv samband við Faktorin.

Tað er eisini áhugavert, at hann verður andaliga vaktur seinasta árið hann livdi. Ein sum vitjaði hann var Elsebeth, kona gamla Sloan.

Hann skrivar sín vitnisburð í dagbókini. Hesin vitnisburður verður við yvirskrifini ”Frelsen i Kristus” prentaður í tíðarritinum ”Naade og Sandhed”, sum tá varð givið út av bretanum Arthur Brend, sum eisini vitjaði hann.

Men tað gongur ongan veg við heilsuni, og Egil doyr 14. februar 1919, 20 ára gamal. Hann verður jarðaður á Svínaryggi. Har minnast  vit hann framvegis við hansara gravsteini, her hann liggur saman við ommuni, abbanum og systkini hjá pápanum, Magdalenu og Johannes, sum øll hava gravstein.

Tískil kann sigast, at tað er ein partur av Klaksvíkar søgu, sum er jarðað her, og sum verður væl lýst í umrøddu bók.

 

 

,

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ókend Klaksvíkarsøga jarðað í gamla kirk…
Vita og gita merkja ikki tað sama, Lilja…
Læt okkum skriva eina lóg sum passar til…
Mjølnir vann tvær ferðir 3-0 á Fleyr í f…
HANDAN DEYÐANS DYR - Nýggj bók frá forla…
Friðarligt flytingarvindeyga hjá KÍ
Nýtt føroyskt start-up
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Greining: Ongin Suðuroyar­tunnil kann bja…
Ankerstjerne á Voxbotn 2026
Frændur á G! 2026
Jóla­gestu­rin vitjar Norðlýsið
Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakast…
Stóra jóla­blaðið í gerð
Hendan er nýggjur vøddaviðgeri hjá KÍ
Trump-stuðlar hava keypt seg inn í grønl…
”Eitt søguligt politiskt lágmark” og ”va…
Fosturtøkumálið samtykt - woke brigadan…
Brynja Høj nýggjur Stjørnuleikari
Tá WC kom í skúlan í Hvannasundi