Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vita og gita merkja ikki tað sama, Liljan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2025 - 09:39 Leiðarin Politikkur Vinna

Liljan Weihe sigur seg vita, at Russland brúkar vanlig fiskiskip og vanligar russarar til fregnartænastuvirksemi í Føroyum. Um hon veruliga veit hetta – t.v.s. ikki bara situr og gitir – hví fer hon so ikki til løgregluna og PET í staðin fyri at bíða eftir langsamiligu nevndarviðgerðini í Uttanlandsnevndini? So hevði effektivur stoppari verið settur fyri tí beinanvegin.

 

Liljan Weihe hevur skrivað lesarabræv við heitinum ”Føroyar sum russiskur miðdepil í Norðuratlantshavi”, har hon sigur, at ”vit” hvønn dag síggja Russland føra hybridkríggj. At ”vit” vita, at Russland brúkar vanlig fiskiskip og vanligar russarar til fregnartænastuvirksemi í Føroyum. Og at hesi somu ”vit” vita, at Russland fyrireikar seg til at fremja eina vápnaða innrás í eitt NATO-land.

Er sannleiksvirði í tí, sum Liljan her sigur, er tað sjálvandi álvarsamt! Men passar tað?

Spyrt tú vanliga føroyingin, um hann ella hon veit tað, sum Liljan sigur seg (og tey) vita, so er svarið nei. Tí um ein føroyingur veit um vanligar russarar, sum spionera í Føroyum, ja, so fer hann til løgregluna við tí longu sama dag! Um ein havnarfúti veit tað, sum Liljan sigur vera almenna vitan, nevniliga at russisk fiskiskip við kai í Føroyum verða brúkt til spionasju, so hevur hann skyldu til at fara til myndugleikarnar við tí. Var tað hent, vistu vit av tí.

Fyri ikki at tala um, at um embætisfólk í Føroyum vita tað, sum Liljan ”veit”, at ein vápnað innrás í eitt NATO-land er ávegis, ja, so fer viðkomandi embætisfólk sjálvandi beinavegin til løgmans við tí, sum so undirrættar NATO-høvuðsborgina í Bruxelles og stjórnina í avvarðandi NATO-landinum.

Og alt hetta kann Liljan Weihe eisini gera sjálv, liggur hon veruliga inni við allari hesari vitanini, sum hon sigur ”okkum” liggja inni við. Hon kann fara til myndugleikarnar við hesi vitanini og fáa allar russarar grýttar av landinum og russisk-føroyska fiskiveiðisamstarvið hjá Peturi Reinert, Ellinti Paturssyni og Finnboga Ísakssyni uppsagt við brestin. Og tað tykist vera tað, Liljan vil hava, so hvørjum bíðar hon eftir? Hon hevur neyðugu vitanina, sigur hon sjálv, og hon hevur sum politikari og fyrrverandi journalistur og tíðindaleiðari avgjørt øll forbindilsini.

Er hendan vitanin til staðar, so eigur Liljan at deila hana við pressuna og við relevantu myndugleikarnar, heldur í gjár enn í morgin. So skulu vit nokk síggja handling.

Men! Tað kann hon bara, um talan veruliga er um vitan. Og her koma vit kanska til kjarnan í málinum.

Er talan bara um gitingar, so nyttar onki at fara til hvørki pressu ella myndugleikarnar. Tá verður man ikki tikin fyri fult – og tað av røttum. Bæði miðlarnir og myndugleikarnir fáa helst nógvar fráboðanir um líkt og ólíkt, og tá talan bara er um óundirbygdar illgitingar ella týðiligan frían fantasi, so verður tað – av røttum – bara lagt til viks fyri at brúka orkuna uppá okkurt fruktabetri enn skuggaboksing við innbiltar spiónar.

Okkara áheitan á Liljuna Weihe skal tí vera hendan: Far til myndugleikarnar og/ella miðlarnar við hesi vitanini, tú sigur teg hava (og sigur okkum hava) og lat teir hyggja at myndum, skjølum ella hvat fyri tilfari tú nú einaferð byggir tína vitan á. Tað skuldi verið løgið, um teir allir avvístu teg, um tú kemur við vitan so konkretari, sum tú gevur til kennar at liggja inni við í lesarabrævinum.

Sum fyrrverandi journalistur veitst tú alt um, hvussu man dokumenterar ein pástand. Ger tað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið