Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skálagarður og uppsagnir

SKRIVAÐ: Eivind Jacobsen, Strendur  |  09.07.2024 - 09:41 Lesarabrøv Tíðindi

Í Norðlýsinum lesi eg: 1 mai er fundur har leiðarin á Skálagarði fær tvinnar kostir í at velja. Antin ger hon fráfaringaravtalu ella verður hon uppsøgd. Leiðarin sigur nei til at gera fráfarðingaravtalu.

 

 

So átti sjálvandi eitt ætlanarskriv (tað almenna skal skriva ætlanarskriv fyrst og síðan uppsøgn) at verið sent beinan veg. Men higartil er onki komi.

Víðari lesa vit, at fleiri fundir eru, 28 mai og 1 juli. Nú verða facebook uppsløg aftaná 1 mai, brúkt sum grundgeving fyri illoyaliteti og uppsagnargrund.

Út frá hesum noyðast vit at meta, at tey ikki áttu grundgevingar fyri einari uppsøgn 1. Mai, tá tey hóttu við uppsøgn samstundis sum tey bjóðaðu fráfaringaravtalu.

At hótta starvsfólk, uttan neyðug prógv, má verða uppsagnargrund. Út frá hesum, er neyðugt at siga fólk úr starvi á Almannastovuni. Av tí at stjórin er íblandaður hesa suppu, so má aðalráðið helst avgreiða hesa uppgávu.

Tey, sum so verða sett í staðin, á Almannastovuni, kunnu síðan avgerða, hvat skal henda á Skálagarði.

Ímeðan vit bíða kann landsumsitingin leita á Facebook eftir hvørji starvsfólk fyrst skulu sparast burtur, tá landskassin manglar pengar.

 

Eivind Jacobsen

Strendur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…