Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vaðhorn | Mynd: Elias Lützen

Á fjalli við Eiðismonnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.07.2024 - 17:15 Mentan Myndarøð Tíðindi

Royting var á skránni við hagapartin Breiðá á Vaðhorn í dag

 

 

Familjubond eru til Eiðis og hetta merkir millum annað at seyður og fjallgonga eru á skránni hesa tíðina á árinum.  

Hagaparturin Breiðá er 4 merkur og 2 gyllin til víddar og talan eru um einar 15-20 eigarar. 

Í morgun møttu vit kl. 08.00 á rættini. Veðrið var nakað grátt, men tó ikki so at vit hugsaðu um at setast aftur. Áhugavert í mun til onnur ár var tá røktingarmenninir settu nýggju skiljiskipanina upp. Síðani varð koyrt niðan á Vombina tætt við Eiðisskarð og gingið varð niðan Vaðhorn. 

Skjótt gekk at fáa seyðin í rætt, rein undanbrekka, sum maðurin segði. Tveir hundar vóru við, tað ger stóran mun. Konur og børn vóru eisini við á rættini. 

Medisin givið og koppsett varð fyri brásótt. Skiljiskipanin royndist sera væl, har lombini vóru leidd ein veg og ærnar hin vegin. Síðani at royta og skjótt gekk. Tá seyðurin var royttur fingu ærnar medisin og tær vóru leiddar ígjøgnum skiljingina og tað gekk sera skjótt og smidliga. 

Vælnøgdu, nýroyttu seyðirnir og fjallfólki fóru hvør til sítt nakað út á seinnapartin. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…