Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hetta reinsiverkið tekur um 85 m3 – hevur fimm kømur, sum reinsa kloakkvatnið, er um 10 m langt. | Mynd: Dávur Winther

Nýtt reinsiverk Niðri í Gili

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  25.07.2024 - 22:17 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tá ið útstykkjað varð um Gerðareiðið tíðliga í 60-unum, varð so nógv bygging her, at neyðugt varð við einum reinsiverki Niðri í Gili, tey kalla, sum man verða bygt í seinnu helvt av 60-unum - helst 1969.

Hetta reinsiverkið hevur ikki virkað eftir vild, kanska eisini tí, at ov nógv yvirfletuvatn er leitt í tað, heldur enn bert kloakkvatn. Tí hevur nógv tey seinnu árini verið uppá tal at dagføra reinsiverkið her.

Tað verður so gjørt av kommununi nú, har ein stórur glastrevjatangi, sum vigar um 4 tons, skal gravast niður omanfyri vegin Niðri í Gili – omanfyri verandi reinsiverk.

Í løtuni grava teir nýggja leiðing fram við teirri gomlu – heilt frá sjóvarmálanum, sum so skal leggjast niðanum verandi veg og íbindast tað nýggja reinsiverkið har.

Hetta reinsiverkið tekur um 85 m3 – hevur fimm kømur, sum reinsa kloakkvatnið, er um 14 m langt. So tað tekur nakað av plássi.

Seinni skal leiðingin frá reinsiverkinum leiðast nakað væl út á sjógv – góðar 100 m.

Hetta nýggja reinsiverkið fer at avlasta tað gamla, sum tó skal verða í nýtslu eisini.

Tað hava nógv tey seinnu árini verðið gjørdar munandi dagføringar á kloakkirnar og nøkur reinsiverk í býnum, sum eisini hevur kostað hópin av peningi.

Men hetta hevur verið mett neyðugt og hevur verið gjørt í tráð við eina neyvt lagda dagførandi spillvatnsætlan, sum er løgd í samráð við myndugleikarnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
VIDEO: Góð mál frá 1/­3 av lands­kappingin…
Magnus Powell hevur nú 50 dystir uttan t…
Omanlop millum Hiplingardal og Góðadal
Tríggir ferðaleiðarar tiknir
Summarskeið í para-judo gevur børnum try…
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár