Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bringureyði - Framsýngin/bókaútgáva hjá Heiðriki á Heygum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.08.2024 - 07:00 Mentan Tíðindi

Í dag hevur Heiðrikur á Heygum framsýning og bókaútgávu av bókini hjá sær Bringureyði í Gallarí Williamstovu kl 15.00 til 19.00.

 



Bringureyði er síðsta bókin av trimum fáblum hjá Heiðriki á Heygum, sum hann eisini hevur myndprýtt. Bókin snýr seg um svartadeyðan, ið kom fyrstu ferð til Evropa á Sisilien í 1347, har ein kvinna goymdi seg í ótta fyri deyðanum, og ikki fyrr enn tá skilur hon, at hon aldrin hevur livað.


Bókin fæst bæði á føroyskum og enskum. Fá eintøk eru gjørd av bókini, har hvørt eintak er persónliga talmerkt og undirskrivað. Umframt at bókin verður útgvin, verða tey 13 koparprentini til bókina sýnd fram og eru eisini til sølu.


Framsýningin á Gallarí Williamstovu er opin frá 1. august til 6. august frá 15.00- 19.00.

 


https://www.facebook.com/events/1987476255044602

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna