Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til minnis um Lisbeth L. Petersen

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  08.08.2024 - 17:36 Merkisdagar & Kunngerðir Politikkur

 

 

Mikudagin 7. august, andaðist Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi forkvinna Sambandsfloksins. Lisbeth hevur sett síni djúpu spor bæði í Føroya søgu og í søguna hjá Sambandsflokkinum. Hon umboðaði flokkin bæði í Tórshavnar býráð, á Løgtingi og á Fólkatingi. Í nógvum av hesum sessunum var hon undangongufólk. Hon var fyrsta kvinna, sum var borgarstjóri í Havn, fyrsta føroyska kvinnan, ið hevði sæti á Fólkatingi og fyrsta- og higartil einasta forkvinna í Sambandsflokkinum.

 

Men hóast hon á nógvum økjum var undangongufólk, so ansaði hon væl eftir, ikki at taka fleiri uppgávur á seg, enn hon sjálv metti seg at vera klára til. Longu í 1984, tá hon fyrstu ferð varð vald í Tórshavnar býráð, stóð henni í boði at gerast borgarstjóri, men hesum tók hon ikki av. Hon hevur seinni sagt, at hon hevði ongar royndir í býráðspolitikki tá, og sá fleiri møguleikar í samstarvinum við teir flokkarnar, sum hon valdi at fara í samgongu við.

 

Men átta ár seinni bleiv hon borgarstjóri. Hetta var í 1992, tá Føroyar vóru í djúpari fíggjarkreppu. Í eini samrøðu við Kringvarpið í 2014 segði hon, at hon ivaðist í, um hon hevði torað at tikið við sum borgarstjóri, um hon frammanundan hevði vitað, at kreppan bleiv so djúp sum hon bleiv. Har skuldu nógv tøk takast, sum ofta raktu meint, men hetta var neyðugt sum støðan var. Hetta arbeiðið gekk tó somikið væl, at á kommunuvalinum í 1996 fekk Sambandsflokkurin sítt besta býráðsval nakrantíð í Havn.

 

Á heysti í 1994 stóð tað Lisbeth í boði at gerast løgmaður, men hon tók ikki av. Hon segði orsøkina vera, at ósemja var um, hvør skuldi taka við sum borgarstjóri, um hon legði frá sær, og hetta sá hon sum ein vanda fyri samstarvið í býráðnum. 

 

Á vári í 2001 varð Lisbeth vald til forkvinnu fyri Sambandsflokkin, og í november sama ár, varð hon vald á Fólkating. Hetta var ein sera trupul tíð hjá henni, tí maður hennara, Jákup, gjørdist álvarsliga sjúkur, og doyði tann minniliga dagin, 11. september 2001.

 

Tann 30. apríl 2002 var løgtingsval, har Sambandsflokkurin, við Lisbeth á odda, vann stórsigur. Hetta hevði við sær, at táverandi fullveldislandsstýri misti meirilutan.

 

Løgtingsval var aftur í 2004. Tá hevði Sambandsflokkurin afturgongd, men varðveitti tó støðuna sum størsti flokkur. Longu dagin eftir boðaði Lisbeth frá, at hon legði frá sær sum floksforkvinna. Hetta kom óvart á tey flestu, tí hóast flokkurin hevði havt afturgongd, so var talan ikki um nakað vánaligt úrslit. Men hon hevði tikið avgerðina, og á valinum í 2008 stillaði hon ikki uppaftur.

 

At Lisbeth bleiv politikari kom ikki burturúr ongum. Hon vaks upp í politiskum umhvørvi, har pápin var blaðstjóri á Dimmalætting, og bæði abbin og pápabeiggin vóru formenn í Sambandsflokkinum. Lisbeth var sostatt triðja ættarlið í familjuni, sum hevur staðið á odda fyri Sambandsflokkinum.

 

Eitt sum altíð hevur eyðkent Lisbet í politikki er áhugin fyri sosiala økinum. Hon veruliga brendi fyri tí. Eisini legði hon stóran dent á, at kvinnur skuldu hava sama rætt sum menn í politikki. Hetta hevði millum annað við sær, at hon hevði sín stóra leiklut í at fáa Demokratia sett á stovn.

 

Lisbeth var dóttir Georg L. Samuelsen, sum var ættaður úr Fuglafirði og Rachel f. Fonsdal, sum var ættað úr Vestmanna. Hon var 85 ár, nú hon andaðist.

 

Sambandsflokkurin takkar hjartaliga Lisbeth fyri arbeiðið, sum hon gjøgnum nógv ár hevur gjørt fyri flokkin.

 

Sambandsflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stóra jóla­blaðið í gerð
Listaframsýning
Lands­stýrið umsíður strikað 72 ára fráfa…
Hetta ger ómetaliga góðan mun
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Syngja jólini inn í Skálafirði
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF