Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannesen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.08.2024 - 11:46 Tíðindi Veðrið

Tað nýggjasta um veðrið hetta vikuskiftið, meðan Summarfestivalurin er.

Hann hevur ligið eystaneftir í morgun, ikki nógvur vindur, lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Út á seinnapartin fer vindurin at minka niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og hann fer at mala úr ymsum ættum. Skýloftið enn samdrigið, men tað fer at vera langt millum ælini.

Í kvøld finnur hann ættina í útnyrðingi, og vindurin fer sum frá líður at veksa upp í eitt lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Seint í kvøld og ella beint eftir midnátt fer styttast millum ælini. Hitin í dag fer upp í 13 stig um dagin; niður í 8 stig í nátt.

Fram ímóti morgni fer vindurin at minka niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, skýloftið verður skiftandi og tað verður yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin gongur hann niður í vestan, og soleiðis verður veðrið restina av degnum í morgin. Hitin í morgin fer upp í 14 stig um dagin; niður í 9 stig um náttina.

Sunnunáttina fer ættin niður í útsynning, sama vindferð, eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið. Út á dagin lækkar hann niður í sunnan, og um kvøld fer hann í landsynning. Allan sunnudagin skiftandi skýloft og okkurt ælið her og har, men seint um kvøldið samdrigið og regn. Hitin í ovurmorgin fer upp í 14 stig; niður í 9 stig um náttina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…