Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lisbeth L. Petersen – ein undangongukvinna farin

SKRIVAÐ: Kvinnufelagið í Havn  |  21.08.2024 - 08:14 Merkisdagar & Kunngerðir Politikkur

Kvinnufelagið í Havn takkar hjartaliga Lisbeth fyri arbeiðið, sum hon hevur gjørt fyri Kvinnufelagið, fyri arbeiðið at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn umframt fyri at hava gingið undan sum kvinna í politikki í Føroyum.

 

 


Tann 7. august andaðist Lisbeth L. Petersen, undangongukvinna og
fyrrverandi forkvinna í Sambandsflokkinum, løgtingskvinna, borgarstjóri
í Tórshavnar kommunu og fólkatingskvinna, 85 ára gomul.


Lisbeth L. Petersen var bæði ein undangongukvinna og ein merkiskvinna.
Hon hevur havt eina røð av politiskum álitsstørvum bæði í kommunal- og
landspolitikki umframt á fólkatingi – og ofta var hon fyrsta føroyska
kvinnan at røkja álitsstarvið.


Lisbeth stillaði upp fyrstu ferð og varð vald í býráðið í Tórshavnar
kommunu í 1984. Hetta var ein søgulig hending, tí tað var fyrstu ferð,
at ein kvinna varð fólkavald at umboða Sambandsflokkin. Hon fekk í boði
at verða vald til borgarstjóra, men valdi í staðin at vera
varaborgarstjóri og forkvinna í sosialu nevnd. Eftir býráðsvalið í 1992
skrivaði Lisbeth L. Petersen aftur politiska søgu, tá hon sum fyrsta
kvinna nakrantíð varð vald til borgarstjóra í størstu kommunu í
landinum, Tórshavnar kommunu. Lisbeth var vældámd sum borgarstjóri. Við
henni á odda fekk Sambandsflokkurin sítt besta val nakrantíð á
kommununalvalinum í Havn í 1996.


Eisini í landspolitikki hevur Lisbeth L. Petersen skrivað politiska
søgu. Hon varð vald á løgting í 1990 og sat á tingi í 18 ár, til 2008,
tá hon ikki stillaði upp aftur. Á heysti í 1994 stóð tað henni í boði at
gerast løgmaður, men hon tók ikki av. Í 2001 – 2004 var Lisbeth vald til
forkvinnu í Sambandsflokkinum. Hon er fyrsta- og higartil einasta
forkvinna í Sambandsflokkinum. Tann 30. apríl 2002 var løgtingsval, og
Sambandsflokkurin við Lisbeth L. Petersen á odda vann stórsigur. Á
løgtingsvalinum 2004 hevði Sambandsflokkurin afturgongd, men varðveitti
støðuna sum størsti flokkur. Dagin eftir boðaði Lisbeth L. Petersen frá,
at hon legði frá sær sum floksforkvinna. Á løgtingi hevur Lisbeth havt
eina røð av álitssessum. Eitt, sum altíð hevur eyðkent Lisbeth í
politikki, er áhugin fyri sosiala økinum og javnstøðu millum kvinnur og
menn. Lisbeth hevði sín stóra leiklut í at fáa Demokratia sett á stovn.


Lisbeth L. Petersen var fyrsta føroyska kvinna, sum varð vald á
fólkating. Hon sat á fólkatingi í árunum 2001 – 2005.


Lisbeth L. Petersen hevur havt álitssessir bæði í Kvinnufelagnum í Havn
og í KSF (Kvinnufelagasamskipan Føroya). Hon var virkin í
Kvinnutingunum, sum vórðu hildin til tess at fáa kvinnur virknar í
politikki. Tað arbeiðið, sum Lisbeth saman við øðrum hevur lagt eftir
seg í hesum felagsskapum, hevur havt sera stóran týdning. Somuleiðis
hevur hetta verið við til at leggja lunnar undir støðuga arbeiðið at
fremja javnstøðu millum kvinnur og menn í Føroyum.


Lisbeth L. Petersen er ein av fáu føroyingum, sum hava fingið heiðurin
at vera riddari av Dannebrog.


Kvinnufelagið í Havn takkar hjartaliga Lisbeth fyri arbeiðið, sum hon
hevur gjørt fyri Kvinnufelagið, fyri arbeiðið at fremja javnstøðu millum
kvinnur og menn umframt fyri at hava gingið undan sum kvinna í politikki
í Føroyum.


Kvinnufelagið í Havn

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch
Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg