Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sølvi nýggi aðalskrivari SSF

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.09.2024 - 22:35 Ítrottur Tíðindi

Starvsnevnd SSF hevur sett Sølva Reinert Hansen í starv sum aðalskrivari í Svimjisambandi Føroya, frá 1. september. Uppgávan er at hjálpa at fyriskipa og menna føroyska svimjing, umframt tilhoyrandi virksemi so sum lívbjarging og svimjiførleiki



Sølvi hevur drúgvar royndir í føroyskum ítrótti, serliga við nevndarvirksemi í Føroyum og uttanlanda, har hann hevur verið millum annað ráðgevi, aðalskrivari og forseti ÍSF, og nevndarlimur í altjóða oyggjaleikanevndini IIGA.

Seinastu 13 árini hevur hann starvast sum mentanarleiðari hjá Runavíkar kommunu, har hann millum annað hevur fingist við at fáa í lag býtislykil til ítróttarstuðul og frítíðarkortið Spjaldur, umframt at hava havt virknan leiklut í byggingini av Bylgjuni, nú skjótt við svimjihøll eisini.

Svimjisambandið hevur seinasta hálvtannað árið virkað uttan aðalskrivara, har í staðin forfólk og nevnd hava tikið sær av hesum. Tað er gingið nøkulunda, um enn við avmarkingum vegna væntandi arbeiðsorku, serliga í vanligari arbeiðstíð.

Vit vænta okkum nógv av nýggja samstarvinum, har Sølvi óivað kann læra okkum ymiskt um, hvussu Svimjisambandið kann betrast og mennast. Møguleikarnir eru mangir, millum annað vegna nýggju svimjihallirnar sum eru á veg í Havn og í Runavík.

Beint fyri framman er millum annað norðurlendsk ráðstevna um svimjifrálæru, sum Svimjisambandið er vertur fyri í Norðurlandahúsinum í oktober. Lesið meira um hesa ráðstevnu á ssf.fo/learn2swim

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Lýsing