Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðurlendska veðurráðstevnan 2026 verður hildin í Føroyum

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  09.09.2024 - 10:16 Tíðindaskriv Tíðindi Veðrið

Veðurstova Føroya luttók fyri fyrstu ferð í Norðurlendsku veðurráðstevnuni, sum var hildin í Keypmannahavn.

Í fyrru viku vóru Føroyar fyri fyrstu ferð umboðaðar á Norðurlendsku Veðurráðstevnuni, sum hesa ferð varð hildin í Keypmannahavn. Hetta var 33. ráðstevnan av hesum slag.

Norðurlendska Veðurráðstevnan, ið ber heitið "Nordic Meteorological Meeting" (NMM), er ráðstevna, ið verður hildin annað hvørt ár fyri norðurlendsku limunum í felagsskapinum, sum eru Danmark, Noreg, Svøríki, Finland og Ísland. Eisini hevur Estland verið umboðað seinastu ferðirnar. Og við Veðurstovu Føroya eru Føroyar nýggjasta landið, sum er umboðað.

Á ráðstevnuni vóru framløgur hildnar við nýggjastu gransking og menning í Norðurlondum innan veðurlag, veðurmodellering, grønari orku og fyri fyrstu ferð eisini vitlíki, sum seinastu tíðina hevur gjørt nógv um seg á veðurøkinum.

Føroyska veðurstovan hevði eisini framløgur á norðurlendsku ráðstevnuni. Annan dagin (av trimum) hildu veðurfrøðingarnir Turið Poulsen og Andrias Klein Gregorioussen eina framløgu um veðurmodellering í Føroyum. Her komu tey inn á menningina av einum lokalum føroyskum veðurmodelli og ætlanirnar um at brúka slík modell saman við fleiri mátingum í Føroyum til at betra um veðurforsagnir og at gera eitt lokalt vindatlas fyri Føroyar.

Andrias Gregoriussen og Turið Poulsen greiða norðurlenskum veðurfrøðingum frá um veðurviðurskiftini í Føroyum á NMM33

Eftir framløguna fekk deildarleiðarin, Bárður Niclassen, orðið at siga frá um byrjanina hjá nýstovnaðu føroysku veðurstovuni, virksemið hjá stovninum og ætlaninar frameftir.

Móti endanum av øðrum degi var døgurði fyri allar luttakarar á ráðstevnuni. Her vórðu røður hildnar av vertunum úr Danmark. Eisini var ein stutt røða hildin av vertinum fyri komandi ráðstevnuni í 2026, sum eftir ætlanini skuldi verða í Noregi.

Men fólk vóru tikin á bóli í hesari røðuni, tá norska umboðið, Birgitte Furevik, endaði røðuna við at bjóða føroyingum, sum nýggjasti limur í felagsskapinum, at skipa fyri komandi norðurlendsku ráðstevnuni. Hetta svaraðu føroyingarnir aftur við at taka av tilboðnum frá norðmonnum.

Tann 34. norðurlendska veðurráðstevnan verður sostatt hildin í Føroyum í 2026.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag