Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: Hornorkestrið á Skúlatrøð  |  15.09.2024 - 07:39 Mentan Myndarøð

Fylgið við konsertferðini við áhugaverdum ferðafrásagnum og myndum her á Norðlýsinum komandi dagarnar. Triðji partur hesaferð.

 

Morgunin byrjaði við morgunmati á vallarheiminum, áðrenn leiðin gekk við bussi til Edinburgh. Aftaná ein tíma í bussi komu vit til Edinburgh og vórðu sett av tætt við Princes Street, sum er tann stóra shoppinggøtan í Edinburgh.

Vit høvdu nú eina fríløtu í ein góðan tíma, áðrenn vit skuldu møta aftur við bussin og rigga til konsert.

Nøkur brúktu tíðina til at shoppa, nøkur fóru at síggja ymiskt áhugavert og onnur fingu sær okkurt at eta.

Konsertin í dag var hildin í New Town Church, sum liggur tætt við gongugøtuna í Edinburgh.

Í dag vóru ikki eins nógvir áhoyrarar til konsertina sum í gjár, men hóast hetta hugnaðu børnini sær og spældu hugagóð. Serliga spent vóru tey at spæla ”Scotland the brave”, sum er ein kendur skotskur fosturlandssangur.

Tá ið konsertin var liðug, fóru vit øll út at uppliva Edinburgh hvør í sínum lagi.

Nøkur fóru niðan til slottið og tann gamla býarpartin at hyggja seg um. Har vóru rættiliga nógv fólk. Tískil vóru tað fleiri, sum ikki sloppu inn á slottið at vitja. Men í býnum eru nógv onnur áhugaverd støð at vitja, so sum ”Camera Obscura World of Illusions”, ið liggur beint við slottið. Har kanst tú kanst uppliva ymiskt, ið veruliga snýtir bæði eygað og heila. Tíðin var avmarkað, og nógv var at síggja, so har kundu bæði børn og vaksin, sum vitjaðu, brúkt nógv fleiri tímar.

Eftir at hava verið á konsert og vitja áhugaverd støð, gjørdust summi kaffityst og leitaðu sær á kafe. Nógvar ymiskar kafe’ir eru á hvørjum horni, men ein bar av. Hetta var nevniliga ein kettukafe, har tú hevur møguleika at kína kettunum, sum búgva á kafé’ini, ímeðan tú nýtur ein góðan kaffikopp. Hetta var ein stuttlig og øðrvísi uppliving.

Eitt, sum er kent í Edinburgh, er at koyra runt í bussi í tveimum hæddum við opnum taki. Einum sokallaðum ”Sightseeing-bussi”. Nøkur vóru, ið tóku av hesum møguleikanum og fingu ein frálíkan túr, har tey bæði sóu ymiskt áhugavert og fingu frágreiðing um tað, tey sóu.

Tá vit nakrar tímar seinni møttust aftur við bussin, vóru tað eisini fleiri, ið høvdu klárað at fylt sær posarnar.

So alt í alt ein góður og hendingaríkur túrur í Edinburgh.

Komin aftur á vallaraheimið fingu vit lasagnu til nátturða, og síðani var hugni og hvíld restina av kvøldinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av
Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Takkarkvøða
Fínteljingin verður í dag
List við Løkin á páskum
Kendi hardrockbólku­rin Wolfgang gevur ný…
Høgni vann oddabrakið
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…