Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannessen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.09.2024 - 14:09 Tíðindi Veðrið

Í dag er og fer at vera eitt kølið høgættarrák við kavaælingum kring landið. Fleiri ælingar norðanfyri enn aðrastaðni. Yvir allari skandinavisku hálvoynni standa lágtrýst, og kalda luftin av norðpólinum fer suðurvið beint yvir Føroyum.

Í nátt er lágtrýstøkið farið eitt sindur eystureftir, og ein hátrýstryggur við lítlum vindi av ymsum ættum leggur seg yvir Føroyar. Kanska er okkurt ælið uppií, men ikki tað nógva. Sunnudagin fer hátrýstryggurin eystureftir, og lágtrýst úr Norðuratlantshavi við vindi og regni sleppa framat her hjár okkum, og tað verður nakað væl lýggjari.   

Men nokk um tað hesaferð – niðanfyri er veðrið um vikiskiftið:

Fríski vindurin vit hava havt higartil í dag norðaneftir ella av útnyrðingi heldur fram í kvøld og í nátt – vindferðin 8 til 13 m/s – skýloftið skiftandi og okkurt ælið, í støðum við kava ella vátaslettingi. Hitin millum 3 til 6 stig; í nátt niður í 1 stig onkrastaðni.

Í morgin ári er hann enn útnyrðingur, 3 til 8 m/s, men sum frá líður eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Loftið er skýggjað, og okkurt ælið kann væntast, tó sum frá líður sólglottar. Hitin 3 til 7 stig.

Fyrst 5 til 13 m/s av landsynningi, 5 til 13 m/s, samdrigið og regn, men seinni fer ættin í útsynning, skýggjað og ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…