Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjar kanningar úti í Grøv

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.10.2024 - 20:22 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í vikuni sum fór, hittu vit Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðing, úti í Grøv, har hon greiddi okkum frá um spennandi verkætlanina “Heritage at risk”. Afturat sær at gera ætlaða arbeiðið úti Grøv hevði Ann Sølvia, Rannvá Næs Hoydal og Andras á Lofti, ið gjørdu georadarakanningar.

Um ætlanina sigur Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús soleiðis: “Verkætlanin eitur Heritage at risk: The effect of forestry on archaeological sites and cultural landscape in three Nordic countries. Verkætlanin er eitt samstarv millum trý norðurlond, úr Íslandi Institute of Archaeology. FSI, Norra, The Norwegian University of Science and Technology, NTNU, í Føroyum Fornfrøðideildin á Tjóðsavninum.

Høvuðsendamálið er at kanna, hvussu vøkstur, serliga trævøkstur ávirkar fornminni. Við at samstarva við Norra  og Ísland fáa vit í  føroyum vitan og innlit um, hvussu støðan er í hinum londunum við trævøkstri og fornminnum og hvat fyri lógir, reglar og vegleiðingar eru galdandi. Innan fornfrøðina í Føroyum eru fornminni og ávirkanin av trævøkstri ikki nógv kannað og tí hava vit valt nøkur økir út at gera kanningar við georadara og eisini at gera nýggjar dronuskrásetingar,  millum annað Úti í Grøv í Klaksvík og Við Prestá á Skála. Í hesum økjum eru bæði fornminni og trævøkstur, tí er gott at fáa kanna hesi øki.”

Sum skilst, so røkka georarara kanningar á leið 3,5 metrar niður í undirgrundina har radarin kann skráseta møguligar trærøtur og annað. Áhugavert verður at síggja úrslitið av hesum kanningum og fyri okkum, ið hava stóran áhuga í víkingatoftunum har, fara nýggjar dronuskrásetingar møguliga at koma við nýggjari vitan um toftir úti í Grøv.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni