Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.10.2024 - 15:01 Mentan Tíðindi

Í juli útskrivaði Bókadeild Føroya Lærarafelags barnastuttsøgukapping í sambandi við eina verkætlan um at geva út norðurlendskt stuttsøgusavn um felagsskap. Endamálið við verkætlanini er at styrkja samanhaldið í Norðurlondum, soleiðis at tekstirnir røkka tvørtur um landamørk. 22 royndir og óroyndir høvundar lótu stuttsøgur inn, og Bókadeildin vil gjarna takka øllum, ið tóku lut í kappingini.

 

Vit eru sera fegin um at kunna avdúka vinnararnar av stuttsøgukappingini, ið gjørdust Hanna Højgaard og Lydia Didriksen. Vinnararnir fáa 8.000 kr. hvør og sleppa eisini at luttaka í norðurlendskum seminari við hinum rithøvundunum og forløgunum í vetur.

Hanna er úr Saltangará og starvast sum varaleiðari og økisnámsfrøðingur í dagrøktini í Klaksvík, har hon eisini er búsitandi. Hanna, ið er nýggj á føroyska bókmentapallinum, hevur bæði yrkt og skrivað stuttsøgur til vaksin í síni frítíð. “Eg tími ikki í skúla í dag” er hennara fyrsta stuttsøga til børn, og er samstundis fyrsta søga hjá Hannu, ið verður útgivin.

Lydia er úr Havn og er útbúgvin lærari og MA í føroyskum máli og bókmentum. Hon arbeiðir sum undirvísari og er partur av krabbatoyminum, sum er eitt samstarv millum Bókadeildina og Nám, ið ger lættlesibøkur. Lydia hevur drúgvar royndir sum rithøvundur og týðari, umframt at hava ritstjórnað lesibøkur til framhaldsdeild. “Nýggju húsini” er heitið á vinnandi barnastuttsøguni hjá Lydiu.

Vinnarasøgurnar báðar skriva seg inn í vandamál, sum øll kenna seg aftur í. Tær viðgera truplar støður og evni, ið fylla nógv í gerandisdegnum hjá børnum. Rithøvundarnir arbeiða ymiskt við evninum felagsskapi.

Allar søgurnar í norðurlendska stuttsøgusavninum verða týddar og útgivnar á øðrum norðurlendskum málum, umframt føroyskum. Savnið verður útgivið til komandi norðurlendska bókamessu í Göteborg í septembur 2025.

Vit ynskja Hannu og Lydiu hjartaliga til lukku við vinninginum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)