Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mark F. Jensen hevur einki hoyrt frá KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.10.2024 - 19:40 Ítrottur Tíðindi

Málverjin hevur sum heild spælt eitt gott kappingarár.

Mark F. Jensen kom eitt sindur seint til KÍ undan kappingarbyrjan, og tað gjørdi kanska sítt til, at hann sat sum eykamálverji fleiri dystir fyrstu tíðina. Eisini gjørdi tað neyvan støðuna betri, at Haakon Lunov, høvuðsvenjari tá, skifti millum málverjarnar fyrstu umførini.

Men síðani 6. umfar í apríl hevur Mark havt plássið og avrikini hava sum heild verið góð, tó at hann í onkrum máli ímóti hevur átt sín part av skyldini. Málverjin tykist verða blivin betri og betri við tíðini. 

Mark F. Jensen hevur ongan sáttmála fyri 2025, og tað er ógreitt, um hann heldur fram, hóast hann trívist væl.

- Eg og mín familja hava trivist væl í KÍ og Klaksvík, og eg haldi, at eg havi havt eitt gott kappingarár. So eg eri opin fyri at halda fram. Men enn havi eg einki hoyrt frá KÍ, so nú mugu vit síggja, sigur Mark F. Jensen við Norðlýsið.

 

Hagtølini hjá Mark F. Jensen siga, at hann hevur latið 16 mál inn í sínum 20 landskappingardystum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kára Sigurðsson hevur nú fingið debut á…
Peter Bredsdorff og Tom Jensen vitja Stj…
Lærarastovan: Kvæðamentan, kvøðing og fø…
Gadus - Søgulig føroysk løta í enska Und…
Talgild Refleksjón fyri sjúkrarøktarfrøð…
Páll, Benjamin og Eirikur vitja Norðlýsi…
Tekniski Skúlin er opin í kvøld
Leiðslan á Lands­sjúkra­húsi­num: Øll skulu…
Yrkinga­savnið Rák er givið út
Kjakið um Suðuroyar­tunnilin
Herborg við nýggjum lagi
Blátt Gras við nýggjari fløgu
Veiðan eftir svartfugli er burðadygg
Eldrahugni í Betesda
Video: Elddópu­rin við Tjarnir endaði við…
Øssur Kjølbro, sóknarprestur helt røðuna…
Dómarastøði í Føroyum er høgt
Samrøða við Klaksvíkar Billiard­felag
Samrøða við Rannvá Langaard
Samrøða við Finnbjørn Vang