Lýsing
Lýsing
Lýsing

Veiðan eftir svartfugli er burðadygg

SKRIVAÐ: Vegna Veiði og skjótifelag Føroya  |  13.03.2025 - 08:01 Mentan Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Tað var við ørkymlan at limir í Føroya veiðu og skjótifelag fylgdu við orðaskiftinum av 1. viðgerð í løgtinginum, um ætlanina hjá Høgna Hoydal at gera broytinar í veiðuni eftir svartfugli. Tað sá einki út, tí longu áðrenn uppskotið um lógarbroyting var lagt fram, vóru met nógv hoyringsskriv latin inn til uppskotið.

 

 

Stjórin á Havstovuni hevði eitt hoyringsskriv, har hon sigur seg taka undir við uppskotinum. Men í sama skrivi staðfestur hon, at peningur ikki er tøkur at umsita dátugrunn, soleiðis sum Høgni Hoydal ynskir tað.

Aftrat hesum hevði Havstovan eitt hoyringsskriv frá Jóhannis Danielsen, fuglafrøðingi. Tvey hoyringsskriv frá Havstovuni? Klárau tey ikki at semjast um tað eina frá Havstovuni?

Vegna Tjóðssvanið, segði Janus Hansen fuglafrøðingur seg taka undir við lógarbroytingini. Aftur her á Tjóðsavninum var tað opinbart neyðugt við tveimum skrivum, tí áðurnevnda skriva frá Jóhannisi Danielsen var nevnliga skriva saman við Jón Aldará, sum eisini er fuglafrøðingur á Tjóðsavninum. Semjast tey heldur ikki á Tjóðsvaninum?

Og so sum rosinan í pylsuendanum, so hava helst somu fuglafrøðingar sum eru nevndir omanfyri skriva enn eitt hoyringsskriv vegna Føroya Fuglafrøðifelag. So nú burdi boðskapurin hjá frøðingunum í øllum førum verði væl sementeraður.

Men satt at siga, so var tað til stóra gleði, tá tað rættuliga skjótt í orðaskiftinum stóð greitt, at vit enn hava politikarar, sum hava sítt egna høvd at hugsa við. Tí tað vóru nevnliga nakrir poitikarar sum høvdu ómakað sær at lisið hoyringsskrivið hjá okkum væl í gjøgnum. Í okkara hoyringsskrivið hava vit nevnliga við tølum og greinum frá millum annað Havstovuni víst á, bæði væl og virðiliga, at veiðan eftir svartfugli er burðadygg, tí tað ikki er av føroyska fuglinum tað verður skotið.

Somuleiðis stórfegnst vit um, at onkur í tingfólk nevndi, at man møgulliga eigur at byrja veiðu eftir td. grágás og kópi. Fyri okkara viðkomandi, so eigur hendan veiðan at verða setast á stovn á ein burðadyggan hátt ongantíð ov skjótt. Umframt at tað hevði verði ein eyka føðiketa, so hevði hendan veiðan eisini verði við til at bøta um viðurskiftini hjá alifeløgunum og bóndum, sum skiljst hava stórar trupulleikar av hesum djórasløgum.

Tað er okkara stóra vón, at hetta uppskotið verður beint aftur í skuffuna og ikki tikið framaftur, í øllum førum ikki fyrr enn vit hava árligar teljingar av svartfuglinum og árlig veiðuhagtøl at byggja avgerðir á. Uttan hesi viðurskifti er alt tað reinga gitarí, tað hava hvørki veiðufólkini og ei heldur føroya fólk uppiborið av føroya løgtingi.

Her at enda síggja vit fram til eitt og konstruktiv samskifti við vinnunevndina, sum nú situr við málinum. 

 

Nevndin, Vegna Veiði og skjótifelag Føroya, tann 10.03.25

Lýsing
Seinastu tíðindini
Læruríkir dagar á Ungdómstingi
Filmur um barnsburðartunglyndi
Íverksetaranetverk sjónliggerð limirnar
Dansur fyri øll í Løkshøll!
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi
Borg: Í gjár fekk Monika handað prógv su…
Rúsan skal finna nýggj hølir
Norskur framrættaður leikari komin í hóp…
10'arin er funnin
Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026
Sigrun og Eyðbjørn vitja Norðlýsið
Ítróttafagnaður: Jórun & Jórun í uppskot…
Verður fosturtøku­lógin longu víðkað?
Ítróttafagnaður: Sámal Jákup í uppskoti…