Lýsing
Lýsing
Lýsing

Yrkingasavnið Rák er givið út

SKRIVAÐ: Henrik Weihe Joensen  |  13.03.2025 - 08:29 Mentan Tíðindi

Yrkingasavnið er samansett við 80 yrkingum, prosayrkingum og ritroyndum.

 

Yrkingasavnið Rák verður givið út til heiðurs og til minnis um, at tað í ár eru 80 ár liðin, síðani seinna heimskríggj endaði og Sameindu Tjóðir (ST) varð stovnað. Samtíðis er yrkingasavnið ein viðurkenning til tey skrivandi fólk, burturi og heima, sum hava borið ein stóran, persónligan kostnað fyri sína skriving um samfelagslig viðurskifti.

Í myndatalu er tað sum at fara upp um bøgarðin at reika, tá mítt fyrsta yrkingasavn nú verður givið út, at eg


"hóast eisini varin av lyndi;
var tað so rákið, sum kyndi
undir neistaferðina, hagar fá kaga,
tí tey enn kanska garðin laða?"

Við vón um, at yrkingasavnið Rák gagnast øllum føroyingum umframt øðrum fólkasløgum, yngri og eldri, bæði innan og uttan fyri skúlagátt.

Yrkingasavnið Rák fæst til keyps fyri kr. 198,- í bókahandlum í Tórshavn, ávíkavist H.N. Jacobsens Bókhandli og Rit&Rák, umframt í Bókabúðini í Saltangará og í Alfa Bókhandli í Klaksvík.

 


Á Grækarismessu 2025

Henrik Weihe Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum