Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fimleikahøll í Klaksvík

SKRIVAÐ: Mildrid á Lógv  |  10.10.2024 - 11:43 Politikkur Tíðindaskriv

Um eg verði vald inn í býráðið, so ætli eg mær at raðfesta íløgur til eina fimleikahøll. Sjálvandi skulu íløgur gerast alt eftir, hvat kommunan hevur ráð til. Men eg haldi, at nú eigur ein fimleikahøll at raðfeststast fyrst av øllum.

 

Í fleiri ár hava umstøðurnar hjá fimleikarum verið alt ov vánaligar. Sjálv hava eg og maðurin í heili 8 ár koyrt dóttrina til høllina í Runavík, fyri at hon kundi íðka estetiskan fimleik. Eg vil fegin takka Runavíkar kommunu og Støkk fyri hendan møguleikan, sum gjørdi tað, at dóttirin kundi venja á høgum støði og eisini kappast uttanlands í altjóða kappingum við góðum úrslitum. Hetta kveikti áhugan at halda áfram í fleiri ár, sum er heilsufremjandi bæði fyri likam og sál. Lívslong sambond vórðu knýtt millum fimleikarar, venjarar og foreldur.

Tíbetur er nú møguleikin komin til at íðka hesa ítróttagrein í Klaksvík, har venjarar gera eitt megnar arbeiði, men orsakað av ringum kørmum eru vit tó afturúrsigld á fimleikaøkinum. Serliga er tað amboðsfimleikurin, sum hevur vánaligar umstøður, tí til hesa ítróttagrein krevst meira pláss og goymslurúm til amboð. Summi amboð eru tung, sum venjarar ikki orka sjálvir at taka fram úr goymslurúminum til eina venjing, sum ger tað trupult hjá teimum einstøku venjarunum. Lættari hevði verið, um týðandi amboð kundu staðið frammi í eini høll, sum fleiri kundu fingið gleði av. Eisini estetiskir fimleikarar fáa betri motorik og smidleika, um rimar eru í teirra hølum, og betri møguleiki eisini gerst til at venja lop.

Fyri at Klaksvíkar fimleikafelag skal fáa tíðarhóskandi og bestu umstøður at virka undir, so má kommunan syrgja fyri eini fimleikahøll til borgararnar í Klaksvíkar kommunu. Við eini nýmótans fimleikahøll verður fimleikurin lyftur á eitt hægri støði. Fimleikurin mennist til bæði at fevna um gerandis venjingar, spæl, trivnað og kappingar, har íðkarar gerast betri  kappingarførir við aðrir íðkarar í landinum. Uttanfyri venjingartíðir kundu barnagarðsbørn, skúlabørn og eldri borgarar eisini fingið gleði av høllini.

Góðar fimleikaumstøður fara at eggja fleiri ungum og eldri til at venja og styrkja kroppin, og góðar umstøður draga eisini góðar venjarar til Klaksvíkar, sum alt samalt skapar trivnað millum ung sum eldri.

 

Mildrid á Lógv

Valevni til kommunuvalið í Klaksvík

Listi E

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kára Sigurðsson hevur nú fingið debut á…
Peter Bredsdorff og Tom Jensen vitja Stj…
Lærarastovan: Kvæðamentan, kvøðing og fø…
Gadus - Søgulig føroysk løta í enska Und…
Talgild Refleksjón fyri sjúkrarøktarfrøð…
Páll, Benjamin og Eirikur vitja Norðlýsi…
Tekniski Skúlin er opin í kvøld
Leiðslan á Lands­sjúkra­húsi­num: Øll skulu…
Yrkinga­savnið Rák er givið út
Kjakið um Suðuroyar­tunnilin
Herborg við nýggjum lagi
Blátt Gras við nýggjari fløgu
Veiðan eftir svartfugli er burðadygg
Eldrahugni í Betesda
Video: Elddópu­rin við Tjarnir endaði við…
Øssur Kjølbro, sóknarprestur helt røðuna…
Dómarastøði í Føroyum er høgt
Samrøða við Klaksvíkar Billiard­felag
Samrøða við Rannvá Langaard
Samrøða við Finnbjørn Vang