Lýsing
Lýsing

Fyrispurningur um tunnil til Fámjins

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  27.03.2007 - 13:59 Eldri tíðindi

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm, viðvíkjandi Fámjinstunlinum?

Hvat ætlar samgongan sær at gera við møguleikarnar fyri at gera ein 600 m langan tunnil til Fámjins fyri 27 mió.kr.?

Viðmerkingar:
Á vári 2002 samtykti Løgtingið eftir uppskoti frá Hergeiri Nielsen og Signari á Brúnni at gera forkanningar av bergholsgerð ímillum Øravík og Fámjin og Funning og Gjógv.

Játtaðar vóru 500.000 kr., men av óskiljandi orsøkum vóru bara 211.000 kr. brúktar til endamálið.

Landsstýrismaðurin gekk ikki løgtinginum á møti.

Hann brúkti ikki játtanina til endamálið, og hann vendi ikki aftur til løgtingið við úrslitinum av teimum forkanningum, ið løgtingið hevði samtykt at gera.

Arbeiðið við Øravíkar Hov tunlinum er hinvegin gingið eins væl og roknað varð við, tá vit fluttu tunnilin oman úr fjøllunum.

Koyrandi verður longu á Jóansøku 2007, og einir 40 mans, sum eru í starvi hjá Ístak, fara so smátt at rigga av.

Nú Ístak hevur serkøna manning í Suðuroynni og alla útgerðina tøka har á leiðini, hevur fyritøkan boðið sær til at gera ein 600 m langan tunnil til Fámjins fyri 27 mió.kr.

Í Visjón 2015 hjá landsstýrinum sæst tunnilssambandið til Famjins tíverri vera strikað av Føroyakortinum, har tað als ikki verður tikið upp á tungu.

Vísandi til løgtingssamtyktina frá 2002 er stórur partur av tinginum hinvegin á ongan hátt samdur við samgonguna um at sleppa hesi ætlan.

Boðið frá Ístak sæst tvørturímóti vera sera áhugavert.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum kennir málið, og hann verður spurdur, um samgongan veruliga bara ætlar sær at liggja á ætlanini, ella um nøkur ítøkilig stig verða tikin hesum viðvíkjandi.


Hergeir Nielsen
Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…