Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru: Jonna Johannesen, sum var lærarinna og eisini vakt um kvøldarnar saman Jóhannu á Tjaldrafløtti, stjóra á Húsarhaldsskúla Føroya | Mynd: Dávur Winther

Húsarhaldsskúlin 50 ár

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  25.10.2024 - 18:26 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag var hátíðarhaldi í Varpinum fyri at Føroya Húsarhaldsskúli kundi halda sín 50 ára føðingardag.

 

 

Jóhanna á Tjaldrafløtti flutti fram røðu og sama gjørdi Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna og útbúgvingarmálum, sum bæði fegnaðust um henda serstaka skúlan, ið kundi so nógv.

Millum røðurnar vóru eisini tónleikainnsløg, har m.a. Asta Højgaard og eisini Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen sungu og spældu. Hesir báðir høvdu hvør sína dóttir, ið høvdu gingið á Húsarhaldsskúlanum í síni tíð.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, helt eisini røðu, har hon hugleiddi um sína tíð á hesum fantastiska skúla. Um hvat tey lærdu, felagsskapin, og hvat tey gjørdu eftir skúlatíð, har onkur teirra eisini kláraði seg væl í rógving og ymsum ítróttargreinum.

Tað vóru nógv góð orkestur í Klaksvík tá, so dansurin var oftani góður í Klaksvík. Eisini vóru dreingirnir fittir og høvdu fínar bilar. Teir vóru blíðir og høvdu einaferð bjóða sær til at koyra Sirið og eina vinkonu úr Vági, heilt tær til dyrnar í Vági.

Jú, Sirið hevði nógv gott at minnast til frá tíðini í Klaksvík, har hon hevði tað gott og hevði nógva familju umvegis Sam í Búðunum og Edith Klettskarð, sum er fastir hennara.

Í forhøllini í Varpinum var ein rættiliga snotilig retro-framsýning sett upp við myndum og køksútgerð, sum vóru vit í 60 – 70-unum. Eisini vóru nógvar floksmyndir frá at kalla øllum árunum.

Til hetta móttøkuhøvið, sum endaði í Býarsalinum í erva, har tað var dekkað upp við øllum handans góðum mati, var ein árgangur møttur, har heili 16 floksfelagar frá 2018 høvdu sett sær stevnu. Tær skuldu allar út at eta eftir haldi í Varpinum, og síðani mála býin reyðan.

Ein hugnalig løta við hópin av fólki. Fleiri teirra spurdu nær tann nýggi skúlin letur upp? Tað veit eg ikki rættiliga, men kanska til páskar, var beskedna svarið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…