Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dropi ert tú - ein sangur um lívið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.10.2024 - 15:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Leygarkvøldið 9. november kl. 19.30 verður spennandi frumframførðsla av nýskrivaða verkinum "Dropi ert tú - ein sangur um lívið" í Løkshøll. Tað eru teir báðir, Pauli í Sandagerði og Sigmund Poulsen, sum hava samstarvað um nýggja verkið. Pauli hevur skrivað tónleikin fyri kvinnukór, klaver, bass og strúkikvartett, og Sigmund hevur skrivað orðini.

 

 

Pauli og Sigmund hava í fleiri førum samstarvað um tónlistaverk, og fyri júst fýrati árum síðani varð verkið "Jesus og Makedonarin" framført í Norðurlandahúsinum og eftirfylgjandi útgivið á LP og framført í Danmark í 2003. Í 2011 varð verkið "Inifinitesimal Googol" framført, tá ið skúlin á Argjahamri varð tikin alment í nýtslu.

Teir hava báðir nú í nøkur ár gingið við einum ynski um at skriva fleiri verk saman og loksins er tað ynskið nú ein veruleiki.

“Dropi ert tú- ein sangur til lívið” verður frumframført í Løkshøll 9. november kl. 19.30. Tey, ið framføra eru kvinnukórið Cantabile, Jóhannes Andreasen, klaver, Agnar Lamhauge, bass og ein strúkikvartett við Jón Festirstein, Atla Ellendersen, Angeliku Hansen og Tóra Restorff Jacobsen.

 

Soleiðis lýsir Pauli verkið:

Verkið er eitt slag av tónlistarligari ringrás, har vatnsins ringrás – frá kelduni umvegis løkir, vøtn, áir, foss, hav og himmal og aftur í kelduna - verður lýst í tónlistarligum myndum.

Vit báðir, Sigmund Poulsen, hava í fleiri ár arbeitt við rúgvumikla verkinum (uml. 180 síður), og nógvar hava síðugøturnar verið.

Hugskotið um verkið spretti úr tankanum um at skriva eitt ”requiem”, og hesin tankin helt leingi á, men nógv eru ”requiemmini”, og vit funnu ongantíð røttu føroysku veltina at seta niður okkara listarligu gróðurkorn.

Lívið er ein ringrás, og vatnið er í ringrás. Lívið kom við vatninum, og lívið er í vatninum eins og vatnið er í lívinum. Her kundu við skapa eina mynd av lívsins ringrás, sum vit kenna so væl frá okkara egnu náttúru. Hugsanin er at skapa eina listarliga uppliving á sera høgum listarligum støði, har tónleikur, orð, ljós og stemningar renna saman í eina heild, so áskoðarin gerst partur av sjálvum verkinum.

Atgongumerki á 225 kr fáast til keyps á loksholl.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…
Jørgen: - Dennis Holm, fíggjar­nevndarlim…
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju