Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eldraøkið – ein bráðneyðug og ein langtíðarloysn!

SKRIVAÐ: Signhild V. Johannesen  |  29.10.2024 - 21:29 Politikkur Tíðindaskriv

Mín vón er, at vit fáa ein eldradepil, og at eg fái møguleika at arbeiða við hesi verkætlanini og hesum økinum, sum eg brenni fyri 

 

 

Avbjóðingarnar á eldraøkinum eru tvíbýttar. Tørvur er á eini bráðneyðugari loysn og eini langtíðarloysn. Hetta kom ikki nóg væl fram á pallborðsfundinum um eldraøkið, sum varð hildin í Smæruni í Klaksvík í dag. Ørkymlanin hjá teimum avvarðandi var annars týðilig, og tað var syrgiligt at hoyra. Eisini hjá mær sum politikara.

 

Ein bráðneyðug loysn sum skjótast!

Eg kundi hugsað mær, at vit seta pening av til eina skipan, har “ung í arbeiði” fáa møguleika at arbeiða innan eldraøkið. Ung í aldrinum 17-20 ár, til dømis miðnámsskúlanæmingar, kunnu veita hesa umsorgan. Tey kunnu vera við til at geva nærveru og samveru við tey eldru, sita ella ganga saman við teimum, lesa, eta ella bara halda í hond. Hetta vil geva teimum faklærdu meiri tíð til teirra serliga arbeiði. Her skal leggjast afturat, at tað er týdningarmikið at tryggja, at útbúgvin fólk eru saman við og vegleiða teimum ungu.

 

Størri áhugi fyri økinum

Vit menniskju ræðast ofta tað, sum vit ikki kenna. Men eg bæði vóni og vænti, at ætlanin omanfyri fer at hava við sær, at fleiri ung fáa áhuga fyri at útbúgva seg innan eldraøkið. Í dagliga arbeiðinum við teimum eldru fara tey at síggja týdningin av umsorganini. Og við eini so bleytari byrjan innan starvsøkið fara tey – og áhugin við - at vaksa við uppgávuni.

Kanska er hetta ikki heilt rætta loysnin. Men tað er vert at kanna møguleikarnar fyri at royna eina slíka verkætlan. Eitt er undir øllum umstøðum vist: Okkurt má gerast beinanvegin!

 

Eldradepil og aðrar langtíðarloysnir

Íløgurnar í framtíðar eldraøkið mugu eisini raðfestast. Vit mugu hugsa klókt og framskygt og tryggja teimum eldru fleiri valmøguleikar. Tey skulu hava atgongd til fjølbroyttar bústaðarmøguleikar eins og vit øll. Mín vón er, at vit fáa ein eldradepil, og at eg fái møguleika at arbeiða við hesi verkætlanini og hesum økinum, sum eg brenni fyri 

 

Signhild V. Johannesen, valevni á lista C!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit í Javnaðar­flokki­num skylda ikki Fram…
Løgtingsval verður hósdagin 26. mars 202…
Eg eri klár til valstríðið!
Ruth Vang: Eg føli meg snýtta
Aðalfundur hjá MEGD verður á Hotel Føro…
Fann skyldkonu á Torradøgunum
Tað gjørdist truplari og truplari at hav…
Álitið millum samgongupartnarar­nir var r…
Ein avtala fyri ófødda barnið
Pensjónsaldu­rin hækkar ikki til 69 ár
Uppskotið um Suðuroyar­tunnil samtykt - n…
Mentan­argrunnur Landsins
Fyrstu AHM'arar fingu handað prógv
Broytingar­uppskot um báðar linjufør­ingar…
Hugni aðalfund í Smæruni
Tónlista­skúlin Torramatinée í Christians…
37 tíma arbeiðsvikan: Nú skulu Javnaðarf…
Tingfundu­rin er byrjaður - tikin upp aft…
Samgonguslit: Javnaðar­flokku­rin hevði tí…
Hvar bleiv meirilutin av?