Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mangir løkir smáir gera stórar áir

SKRIVAÐ: Annika Maisonsdóttir Mellemgaard  |  29.10.2024 - 23:58 Politikkur Tíðindaskriv

Við hesum vil eg siga, at vit mugu byrja eitt stað og vera samd um, at vit flyta Klaksvíkina trygt fram til 2025 við eini virknari kommunuætlan.  

 

 

Tað gongur væl, tá ið hugsað verður um arbeiðið norðanfyri. Vit hava ein sterkan vinnubý við nógvum ymiskum og fjølbroyttum yrkjum. Fiskiveiða, framleiðsluvinna og heilsa- og almannaverk eru stórstu arbeiðsgevandi aktørarnir, gera vit nakað fyri at menna og styrkja hesi yrki?

Eg hoyri nærum ongan siga, at vit eiga at menna okkara maritima økið innan útbúgving, við ráðstevnum, vitjanardepil (visitorcenter) o.l. Hyggja vit hyggja at okkara grannaland Noregi, hava tey brúkt nógva orku at menna og varðveita tað maritimu hugsjónina.

Polaria (www.polaria.no) í Tromsø er bæði savnan, gransking og miðlan av maritimari vitan, hetta áttu vit eisini at gjørt, soleiðis at vit menna og varðveita okkarar maritimu vitan og kunnan.

Vit eiga eisini at menna, útbyggja og nýhugsa tað komunalu skipanina, ið húsar bæði barna-, undóms- og eldraøki, tað er okkara skylda at tryggja ein góðan og tryggan bý til okkara komandi ættarlið. Harumframt skapa góðar karmar um vinnuna, ið veruliga gevur kommununi nógv gott. Tit kunnu ímynda tykkum, hvussu lítið virknan og mentarnaliga “fátækan” barna- og ungdóm vit fáa, um vit ikki varðveita tann virkna vinnubýin, ið vit hava.   

Mangir løkir smáir gera stórar áir! Við hesum vil eg siga, at vit mugu byrja eitt stað og vera samd um, at vit flyta Klaksvíkina trygt fram til 2040 við eini virknari kommunuætlan.  

 


X við E 

Annika Maisonsdóttir Mellemgaard, Tjóðveldi 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið