Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framdu sparingarnar á Bústaðir eru ikki nokk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.10.2024 - 21:43 Tíðindi

Sambært leiðsluni á Bústøðum eru uppsagnirnar av sjey starvsfólkum ikki nokk til at gera Bústaðir langtíðar haldført. Finnast skulu sparingar fyri 4 milliónir krónur aftrat.

Norðlýsið hevur fingið innlit í alt tilfar í sambandi við framdu sparingarnar á Bústøðum. Á stýrisfundi í Bústøðum tann 26. september 2024 tók Stýrið undir við tilmælinum hjá nýliga setta stjóranum Jógvani Ósá at fremja sparingar í starvsfólkaútreiðslunum fyri 4 milliónir krónur við at siga sjey starvsfólkum úr starvi.

Hóast Jógvan formliga ikki skuldi byrja í stjórastarvinum fyrr enn 1. oktober 2024, luttók hann á stýrisfundinum 26. september 2024.

Ætlaðu uppsagnirnar eru framdar í verki

Uppsagnirnar av teimum 7 starvsfólkunum á Bústøðum eru tann 23. oktober 2024 staðfestar. Starvsfólkini herfyri fingu ætlanarskriv um uppsøgn. Fráfaringaravtalan inniber millum annað, at uppsøgdu starvsfólkini fáa ein mánaða løn aftrat tí, sum stendur í ætlanarskrivinum.

Sparingarnar mugu vera tvífalt so stórar

Tilmælið frá stýrisfundinum 26. september vísir, at ætlaðu sparingarnar eru ikki nokk til at gera Bústaðir fíggjarliga langtíðar haldført. Í talvuni niðanfyri frá stýrisfundinum sæst parturin av leigufrymlinum viðvíkjandi rakstrarkostnaðum.

“Í talvuni sæst kostnaðurin per ár, sum verður bókaðar beinleiðis á leigumálini á umleið kr. 9,8 mió. og kostnaðir, ið verða bókaðar samlaðar, fyri hareftir at verða fordeildar út á leigumálini á umleið kr. 5,6 mió.

Avbjóðingin hjá Bústøðum er, at tann veruligi rakstrarkostnaðurin, sum skal býtast á leigumálini í 2025 er umleið kr. 13,6 mió, í mun til 5,6 mió kr. í leigufrymlinum. Sostatt er samsvar ikki ímillum leiguinntøkur til Bústaðir og rakstrarkostnaðin, sum leigufrymilin tekur støði í. Munurin er umleið kr. 8 mió.

Við teimum broytingunum ætlanin er at fremja, verður raksturin bøttur við umleið kr. 4,2 mió. soleiðis at rakstrarkostnaðurin við hesi sparing fer úr kr. 13,6 mió. niður á umleið kr. 9,4 mió. Sostatt minkar omanfyrinevndi munur, ella ósamsvar, úr kr. 8 mió. niður í kr. 3,8 mió.”

Í hesi útrokning av rakstrarútreiðslunum í leigufrymlinum verður tikið støði í støðuni, tá allar íbúðirnar eru lidnar við ársenda 2025 (606 bústaðareindir, 45.498 fermetrar).

Leigan er ásett til “bert” at forrenta og afturrinda 70% av fíggingini av byggikostnaðinum. Hetta hevur Landsgrannskoðanin staðfest sum verandi fíggjarliga óhaldført.

Men harumframt vísir nýggja innlitstilfarið, at frymilin als ikki hevur tikið hædd fyri veruligu rakstrarkostnaðunum í Bústaðir. Sjálvt ikki, tá verandi byggiverkætlanir eru lidnar, og talið av bústaðareindum økist frá sløk 500 til gott 600 við ársenda 2025.

Tá Bústaðir herfyri segði 7 starvsfólk úr starvi og harvið framdi sparingar í árliga rakstrinum fyri 4 milliónir krónur, so var tað bert eitt stig á leiðini. Sparingar mugu finnast fyri 4 milliónir krónur aftrat.

So enn er langt eftir á mál, áðrenn tað kann staðfestast, at Bústaðir er langtíðarhaldført.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnu­framsýningin
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026