Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Heiður hinna gomlu er hini gráu hár”

SKRIVAÐ: Áron Vest  |  02.11.2024 - 11:00 Politikkur Tíðindaskriv

Í longri tíð hava vit í Klaksvíkar kommunu upplivað stórar avbjóðingar innan eldraøkið. Nú er tíðin komin til, at vit fara í arbeiðshandskarnar og uppraðfesta eldraøkið, alt fyri eitt!

 

 

Í nógv umtalaðu kommunukanningini, var Klaksvíkar kommuna nummar 13 av 26, táið spurningurin var um, hvussu nøgdir borgararnir eru við eldraøkið. Tað sigur seg eitt sindur sjálvt, at vit sum næststørsta kommuna í landinum, hava fleiri avbjóðingar, enn tær smærru kommunurnar. Tó só, so tekur hetta ikki tað faktum burtur, at tað er bráðfeingis tørvur á dagføringum á okkara eldraøkið.

 

2040 nærkast
Tøl vísa á, at í 2015, táið kommunurnar yvirtóku eldraøkið, vóru 800 fólk omanfyri 67 ára aldur í Klaksvíkar kommunu. Í dag eru tey um 1000 fólk. Í 2040 væntast ein kolossalur tørvur, tí tá verður talið nógv størri. Tí eiga vit, sum tað fyrsta, táið nýggja býráðið tekur við, at raðfesta eldraøkið fremst. Her eru nøkur ting, sum eg av øllum alvi ynski at berjast fyri at fremja:

 

Nýhugsan og endurskoðan
- Vit mugu finna uppá eina loysn, har vit hugsa nýtt. At umstøðurnar á eldraøkinum, á heimunum kring kommununa, gerast meir nýmótans og nøkta tann grundleggjandi tørvin, tey eldru hava.

 

Umskipan og nýggjar arbeiðsgongdir
- Vit mugu skipa eldraøkið í ein eldradepil, har vit fáa allar instansir at arbeiða saman sum ein eind. Ein eldradepil er neyðugur og hevur allarstørstan týdning.

 

Býurin skal innrættast meir brúkaravinarligur fyri tey eldru
- Til kjakfund hjá pensjónistafelagnum Hugna, bar ein borgari fram, at vit hava ov fáar benkur í býnum. Ja, sanniliga er tað hart tiltrongt - táið ein aldrandi persónur fer at spáka sær ein túr – at millum annað tey illagongdu, kunnu seta seg niður at njóta góða hvílu. Hetta er kanska smáting ímun til nógv annað, men millum annað hevur hetta kolossalan týdning.

 

Meir tíð til tey gomlu
- Tað er ein sannroynd, at tað er ikki nokk starvsfólk á økinum. Summi vilja vera við, at tað eru nokk fólk, men fordeilingin er ójøvn. Her haldi eg, at tað er týdningarmikið, at vit lurta eftir teimum gomlu og skipa arbeiðið soleiðis, at tær heitu hendurnar hava stundir til at práta við tey eldru. At drekka ein kaffimunn, spæla sjavs og at lurta eftir teimum.

 

Táið eg var yngri, fekk eg frá ommu og abba mínum á Bøgøtu eina bíbliu. Fremst í henni hevði omma skrivað eina heilsan við versinum úr Skriftini sum segði soleiðis:

“Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra.” (Orðt. 17:6, VD)

Seinni í Orðtøkunum lesa við soleiðis:

“Prýði hinna ungu er styrki teirra, og heiður hinna gomlu er hini gráu hár.” (Orðt. 20:29, VD)

 

Eg haldi, at tað er tíð uppá, at vit gloyma marglætis- og prestisjuverkætlanir eina løtu.

At vit bakkparkera okkara stórheitsvanvid eitt bil, og rætta sjóneykuna á hini gráu hár.
Vit mugu og skulu lurta eftir teimum gomlu og geva teimum best liviligu kor yvirhøvur.

Tað kann altso ikki útsetast meir!

 

X við B – gjarna við meg!
Áron Vest, valevni hjá Sambandsflokkinum
Norðoyri, 2. november 2024

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…
Jørgen: - Dennis Holm, fíggjar­nevndarlim…
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu
Eyðgunn: Varpið fær ongan rakstrarstuðul
Varpið fær heldur onki í 2026
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Hamradun spælir á Summar Festivalinum