Lýsing
Lýsing
Lýsing

Møguleikar Miðfloksins at fáa umboð vald í Býráðið

SKRIVAÐ: Jenis av Rana  |  02.11.2024 - 21:03 Politikkur Tíðindaskriv

Umleið 100 atkvøður afturat teimum 246, flokkurin fekk í Klaksvík til løgtingsvalið, hevði somuleiðis rokkið til ein sess

 

 

Úrslit Miðfloksins á teimum býráðsvalum, vit hava stillað upp til í Havn, hava ligið úr 234 atkvøðum til 515. Síðani 2012 hevur flokkurin tó ikki stillað upp.

Serliga unga ættarliðið hevur áræði at royna aftur, tey meta so skilagott, at Miðfloksrøddin má hoyrast á øllum pallum! Og í Klaksvík hava vit ”einmansherin”, Petur Asano, sum vónandi ríkiliga verður løntur fyri sítt dirvi!

Á seinasta býráðsvalinum í Havn kostaði evsti sessurin 852 atkvøður. Roknað verður við, at kostnaðurin fyri sessin hesuferð fer at táttað í 900 atkvøður.

Á seinasta løgtingsval var  atkvøðtal Miðfloksins í Havnini 661, tvs. at vit mugu fáa góðar 200 atkvøður fleiri fyri at kunna tryggja sessin. Í hesum tíðum, har tríggir av teimum flokkum, sum bjóða seg fram trilva í blindum og eru í stórum innanhýsis stríðum, burdi verði rætta løtan at leita til annan flokk.

Umleið 100 atkvøður afturat teimum 246, flokkurin fekk í Klaksvík til løgtingsvalið, hevði somuleiðis rokkið til ein sess har.

Miðflokkurin, eitt upplagt alternativ!

Miðflokkurin burdi verið eitt upplagt val, ein flokkur, hvørs politikkur er klettafastur, ein flokkur sum tú altíð kann líta á, ein flokkur, sum ikki svíkur síni lyfti og hvørs hjartað brennur fyri trygd og trivnaði hins einstaka.

Vit takka enn einaferð fyri góðu undirtøkuna á seinasta løgtingsvalinum, og heita á hvønn ein tykkara, í Klaksvík og í Havn, um at taka lógvatak saman við okkum og tryggja Miðflokkinum fyrstu umboð floksins á Býráðsvalinum 2024!

Vegna nýggju spent, djørv og álítandi valevni,

 

Jenis av Rana, floksformaður

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- STÁSTÍÐ setur fokus á alt tað góða vit…
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar
Hesi hava vunnið ársins bestu hjá Bláu B…
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…
- Man kann ikki venja seg lættan, góður…
Stanley og bókin í Føroya­húsinum
Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókad…
Kirkjukór við plátu og fløgu
Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldu…
Fráfaringarløta fyri Bettu
Todi á heimavølli
Ungdómsting fyri 10. ferð
Bøgøta verður einvegis
HJARNAR: Serligar heiðursfløskur
Pison inni við góðum 100 tonsum
Hjarnar eru svangir
Skifti í leiðsluni
Ruddingarátak í Kalsoy