Lýsing
Lýsing
Lýsing

Longst møguligt í egnum heimi:

SKRIVAÐ: Mona Maria úr Fugloy  |  03.11.2024 - 12:26 Politikkur Tíðindaskriv

Kommunan skal tryggja, at gomul fólk kunnu búgva í sínum egna heimi longst møguligt, tí hetta er tað, tey flestu sjálvi ynskja. At blíva gamal heima hjá sær sjálvum og vera har, tey hava liva sítt lív, havt sína familju og følt lívsins gaman og álvara. Tað er kent, trygt og fjálgt, og tað gevur teimum gleði. Sjálvt um førleikar skerjast, gongur tað alíkavæl, tí tey kenna hvønn krók.

 

 

Avvarðandi kunnu søkja um ansingarsamsýning fyri at vera um teirra gamla foreldur. Sjálvt um tey kunnu arbeiða parttíð við síðuna av, so er ansingarsamsýningin ov lág til at gera ein veruligan mun, tá man skal niður í arbeiðstíð. Tí skal samsýningin hækka, so fleiri hava møguleikan til at ansa teirra gomlu heima.

Førleikar mugu viðlíkahaldast, so tey gomlu megna gerandisdagin heima longst møguligt. Tí skal viðlíkahaldandi venjing til gomul, sum ikki megna at koma út sjálvi, uppraðfestast og skipast, so venjing verður ein fastur partur av hjálpini, kommunan veitir. Hetta styrkir førleikarnar og lívsgóðskuna.

Avvarðandi hava ein týðandi leiklut hjá gomlum, sum vilja búgva longst møguligt heima. Tey eru um tey, vitja, hjálpa og eru tey, sum allatíðina hava tey í huganum. Hetta er ein stór uppgáva, sum ofta slítur uppá tey, tí tíðin ikki strekkir til við arbeiði, egnari familju og gerandislívi við øðrum pliktum. Tí skal reglulig umlætting vera ein møguleiki, so tey gomlu eru í tryggum hondum, meðan familjan fær eina løtu, har hon kann sleppa ábyrgdarkensluni og sjálv fáa ein skáa.

Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg verði vald í býráðið 12. novembur.

Vilt tú tað sama? – set so kross við Monu Mariu úr Fugloy á lista A

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stór uppgáva á Theodoros Vardinogiannis…
- KÍ skal hava ein leikara afturat
Løtan er komin at standa upp fyri KÍ
Alivannan vaks ein triðing
So nógv kosta sendistovurnar
Seyða­hundakapping á Vatnaskørðum 
Veðrið um vikuskiftið
DNA og basupør í 8. flokki
Fráboða atkomu- og luttøkuforð­ingar hjá…
Elsebeth vitjaði Norðlýsið
Ariana: - Eg kendi onki til Føroyar
KÍ kaffi áðrenn fyrsta dyst í ár
Hilmar Jan Hansen í kirkju­kjallarinum
Ungt Virki 2026 verður í dag – Miðnám á…
Tunnilin og espresso-maskinan
Ein útbúgving á Tekniska Skúla gevur skj…
Hoydalar við Tjarnir
Valfundu­rin á Skúlatrøð byrjaður
Kvinnukvøld í Varpinum 7.mars!
Sjógló vann SkúlaFM 2026