Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grønari loysnir og skynsomar íløgur: ein betri framtíð fyri Klaksvík

SKRIVAÐ: Álvur M. Zachariasen  |  03.11.2024 - 12:28 Politikkur Tíðindaskriv

Við ábyrgdarfullari menning kunnu vit tryggja eina góða framtíð fyri Klaksvík – eitt stað, har fólk trívast, og sum vit stolt kunnu bjóða nýggjum íbúgvum og ferðandi vælkomin til.

 

 

Klaksvíkar Kommuna á leið fram ímóti einari grønari framtíð

Seinastu árini hevur Klaksvíkar kommuna gjørt stórar íløgur fyri at skapa eitt livandi og framkomið umhvørvi fyri borgarar og vinnulív. Hesar íløgur hava lyft býin, men hava eisini havt fíggjarligar avleiðingar.

 

At fullføra verandi verk og optimera íløgurnar

Nú er ikki rætta tíðin at byrja nýggj, stór projekt. Ístaðin eiga vit at tryggja, at verkini, ið longu eru í gongd, verða fullførd og geva mest møguligt virði fyri borgararnar. Við skynsamari raðfesting kunnu vit tryggja, at kommunan fær størst gagn burturúr íløgum, uttan at økja skuldina.

 

Fríðkan um vánna – eitt grønt savningarstað

Økið um vánna er ein serligur partur av Klaksvík, og við at fríðka tað og gera tað meira grønt, kunnu vit skapa eitt savningarstað, har bæði borgarar og gestir trívast. Trø, gøtur og sitipláss kunnu skapa ein grønan býarkjarna, har fólk kunnu njóta náttúruna mitt í býnum.

 

Biskuptorg – eitt grønt og mennandi øki

Biskuptorg er ein miðdepil, og við at gera tað meira grønt og innbjóðandi, við sitiplássum og gróðrarbeðum, kunnu vit gera tað til eitt stað, har fólk savnast og trívast. Hetta økir um trivnað og ger, at býurin verður ein betri staður at búgva í og vitja.

 

Fíggjarligt skynsemi og ábyrgd

At byrja nýggj stór projekt er ikki loysnin í løtuni. Ístaðin skulu vit fokusera á at fullføra tær verkætlanir, sum longu eru settar í gongd. Tað er umráðandi at leggja dent á fíggjarligt skynsemi og tryggja, at íløgur, sum økja virðið hjá kommununi, verða raðfestar. Soleiðis skapa vit støðuga menning uttan óneyðuga fíggjarliga tyngd.

 

Ein grøn og fríð Klaksvík fyri framtíðina

Við at raðfesta trivnað og burðardygd skapa vit ein grønan og fríðan bý, sum bæði núverandi og komandi ættarlið kunnu njóta. At fríðka um og menna økini við grønum loysnir er ein íløga í eina burðardygga framtíð. Orkueffektivar loysnir og burðardygg bygging kunnu bæði betra um umhvørvið og spara kommununi pengar á longri sikt.

 

Við ábyrgdarfullari menning kunnu vit tryggja eina góða framtíð fyri Klaksvík – eitt stað, har fólk trívast, og sum vit stolt kunnu bjóða nýggjum íbúgvum og ferðandi vælkomin til.

 

Álvur M. Zachariasen - Ein spíri úr sterkari rót.

Valevni fyri lista D til kommunuvalið 12. novembur í Klaksvík.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Okkara DNA er at verða nærverandi
- Grava út fyri fundamentum undir Hamri
KÍ trygt víðari í hálvfinaluni um løgman…
30 tons á 145 stampum
Nógv fólk á Skúlatrøð í kvøld
Please Visit Responsibly – nýtt átak hjá…
EB styrkir SMS-hópin og venjaratoymið vi…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Eyðdis Hartmann Niclasen á ársfundi hjá…
Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
Takk fyri tín stuðul til Bíbliu­felagið.
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
“Heima sum longst” – krevur innihald, ik…
Frá Open Door til Knock on Doors
Ari Samson nýggjur formaður í Mjølnir
Gongutúrur niðan á Klakk vísti nógv slit
- Hallur og Shaki tøkir eftir landsliðss…
- Hermótið er kreativt og loftar teimum,…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…