Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit skula savnað spjaddu hjálpina

SKRIVAÐ: Terja Ósá Sivertsen  |  08.11.2024 - 15:00 Politikkur Tíðindaskriv

Eg ynski, at tað skal verða eitt tætt samstarv millum kommunu og borgarar. Borgarin skal føla seg hoyrdan og tryggan í Klaksvík

 

Tað kann henda, at ein kemur illa fyri og knappliga hevur tørv á hjálpið.

Hetta kann henda so knappliga, at eingin kann verða fyrireikaður uppá hetta.

Ofta hoyra vit um borgarar, sum stríðast við at fáa hjálp, tað kann verða alt frá einum atkomuligum heimi, handikappa parkeringspláss, uppvenjing, búpláss og nógv nógv annað.  

Nógvar eru lagnurnar. Og mangan hava familjur havt tað strævið, við at fáa hesa hjálp til síni avvarandi.

Nógv millumlið eru ofta.

Okkurt hoyrir til eina deild á kommununi, síðani okkurt annað til eina aðra deild og okkurt hoyrir til almannaverkið. Øðiliga nógv rennan aftur og framm og ikki minst bíðitíð.

Tað kann verða hopleyst hjá tí vanliga borgarinum, at vita hvønn ein skal samskifta við, fyri at fáa hesa hjálp

 

Borgarin skal hava EITT stað at venda sær til

Nógv góð og serkøn fólk eru, innanfyri sítt økið.

Eg ynski at kommunan skal hava eitt millumfólk, sum samskiftir við øll hesi økir. Borgarin skal hava EITT stað, at seta seg í samband við og ikki renna runt millum myndugleikar og stovnar.

Ein møguligan sosialráðgevara, har borgarin ringir til og greiðir frá, hvat tey hava tørv á.

Sosialráðgevarin fær ein serkunnleika, og samskiftir við hini málsøkini hjá kommunu og almannaverkinum, soleiðis at borgarin fær tí hjálp, hann hevur brúk fyri sum skjótast.

Sosialráðgevarin, kemur inn í heimi hjá borgarinum og fær eina frágreiðing, um hvat borgarin hevur tørv á. Síðani kann sosialráðgevarin t.d fáa heimatænastuna inn, við teirra kunnleika, almannaverkið inn við teirra o.s.fr.

Soleiðis, at borgarin og avvarandi, sum longu stríðast, hava hetta minni at hugsa um.

Eg ynski, at tað skal verða eitt tætt samstarv millum kommunu og borgarar. Borgarin skal føla seg hoyrdan og tryggan í klaksvík.

 

 

Terja Ósá Sivertsen

Valevni fyri javnaðarflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC