Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, setti savnsdagin | Mynd: DÁvur Winther

SAVNSDAGUR Á SANDI

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  08.11.2024 - 16:42 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag 8. novembur varð boðað til savnsdag í Ungmannafelagnum, Virkið á Sandi.

Fyrst varð boðin morgunmatur og prát. Síðani beyð Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum vælkomin. Herleif hugleiddi um bygdasavnslóggávuna, ið er frá 1972, sum nú treingir til dagføringar og nýhugsan.

Kom eisini inn á, hvussu til ber at menna søvnini við m.a. upplivingarbúðskapi fyri eyga, gera íløgur í lokal søgn og søgu – samstarv millum land og kommunu eisini í sambandi við dagføringar av lóggavuni.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, setti dagin og fegnaðist um vakra minnisvarða fyri Mourits Mohr, at tað var umráðandi at minnast og varðveita søguna.

Sambært verandi bygdasavns lóggávu fáa 23 søvn um landið stuðul, umframt at onkur søvn eru á fíggjarlógini. Nú er tíðin komin til at dagføra lógina, har søvnini eisini verða lyft á ávíst fakligt støði og skulu kunnu fáa hjálp til tað.

Upplegg frá Margrethu Nónklett um ”Dagsins bygdasøvn – avbjóðingar og møguleikar”. Hvørjar uppgávur skulu søvnini hugsavna seg um: Savna, miðla, granska, varðveita og skráseta. Men sjálvandi er hetta ymiskt frá savni til savn, í mun til vavið, hvussu øll hesi mál verða rokkin.

At kveikja áhuga og skapa møguleikar fyri savns- og søguupplivingum er umráðandi. Her er eisini ráðgeving frá Tjóðsavninum umráðandi.

Ingibjørg Egholm frá felagnum, Kvinka, greiddi frá samstarvi tvørtur um ættarlið, har umboð fyri bólkin royndu í samband við framsýningina “Gerandishetjur úr Hvalvík og Streymnesi” at fáa ”fámæltar kvinnur fram i ljósið”.

Hesar kvinnur, ið høvdu gjørt ymisk brøgd, og vórðu lýstar í einum fólkafrøðiligum høpi, sum týðandi íkast fyri bygdasamfelagið, tær livdu í. Ein teirra hevði slóðað fyri at fyrsta húsið í Streymneisi fekk ravmagn frá eini myllu úr Íslandi.  

Síðani varð sofaprát við umboðum frá bygdarsøvnunum og Almanna- og mentamálaráðnum um hvussu savnsarbeiðið verður lagt best til rættis. Her kom upp, kanska at fáa skipa eina nevnd umboðandi øll 23 søvnini, sum kann verða hjálpin við komandi lógarsmíði, har verandi bygdasavnslógin skal dagførast.

Eftir frálíkt ábit frá Klettagarðinum, var útferð gjørd í Koyturnar og Akselsa handil á Grótteigum.

Eftir tað varð so skipað fyri verkstovum: Arbeiðið við myndum, Siðarvssnurran og Ávirkanin av vøkstri á fornminni.

Ein frálíkur dagur bæði til veður og innihald.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Lýsing