Skuldin skal niður
Fíggjarstøða og fíggjarstýring skal vera gjøgnumskygd, so borgarnir kunnu fylgja við í, hvussu peningurin verður brúktur
Summi siga, at Klaksvíkar kommuna er væl fyri fíggjarliga. Onnur siga, at hon er 3 fet frá at fara undir umsiting. Hvørjum skulu borgarnir trúgva? Flestu ynskja at trúgva tí fyrsta og stúra fyri tí seinna. Tað “selur” ikki at tosa um fíggjarstøðu og fíggjarstýring upp til eitt val, tað gevur ikki nakrar atkvøður, sigst. Eg geri tað alíkavæl, tí fíggjarstøðan er avgerandi fyri, at nakað verður gjørt yvirhøvur.
Klaksvíkar kommuna hevur eina stóra skuld, sum tíbetur er minkað seinastu árini, og henda gongdin skal halda framm. Annars verða neyðugar íløgur ikki gjørdar, tí fígging ikki er til tær. Býráð og fyrisiting skal stýra skynsamt, tí tað eru borgarans peningi, tey arbeiða við.
Í løtuni hevur kommunan fingið eina óvæntaða útreiðslu uppá 3,8 mió. kr – tí tað varð raðfest hægri at arbeiða við at orða ein KT-trygdarpolitikk og mannagongd enn at tryggja, at dáturnar hjá kommununi vórðu tryggar. Hetta er ikki skynsom raðfesting, hvørki politiskt, fyrisitingarliga ella fíggjarliga.
Fíggjarstøða og fíggjarstýring skal vera gjøgnumskygd, so borgarnir kunnu fylgja við í, hvussu peningurin verður brúktur. Hvør króna, sum verður brúkt, skal skapa mest møguligt virði fyri borgaran. Neyðugar íløgur skulu raðfestast framum behagiligar íløgur. Tað vil siga “need to have” frammanfyri “nice to have”.
Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg verði vald í býráðið tann 12. novembur.
Mona Maria úr Fugloy
Valevni fyri Fólkaflokkin