Lýsing
Lýsing
Fortov frammanfyri Varpið
Nú langt um leingi verður gongubreytin frammanfyri Varpið gjørd. Kantsteinar verða gjørdir frammanfyri út móti vegnum og breytin lyft upp, eins og longur úti eftir Klaksvíksvegi.
Tað er K.H.J. Nýgerð, ið fremur arbeiðið, og verða somu steinar, sum liggja longur úti, lagdir her. Eisini verður eitt innvik gjørt framman fyri inngongdina, so bussar fáa staðið her og sett fólk, av ella tikið fólk uppí.
Sunnast við breytina verður gjørd ein niðurskurður, so koyristólar sleppa at rampuni, sum er við sunnasta hornið á Varpinum. Við eitt høvið hava verið 40 koyristólabrúkara inni í Varpinum.
Hetta verður eitt prýðið fyri væl vitjaða Varpið, sum samstundis skipar ferðsluna til og frá húsinum betri.
Seinastu tíðindini