Lýsing
Lýsing

Takk fyri álitið á Sjálvstýri!

SKRIVAÐ: Hjalmar Zachariassen, formaður  |  13.11.2024 - 14:59 Politikkur Tíðindaskriv

Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið stuðlaðu Sjálvstýri á kommunuvalinum í gjár.

 

 

Úrslitið av valinum hevur alstóran týdning fyri framtíðina hjá flokkinum.

Við tykkara stuðli hevur Sjálvstýri aftur fingið møguleikan at arbeiða við okkara visjónum og ætlanum fyri Klaksvíkar kommunu og fyri allar Føroyar.

Tykkara atkvøður hava givið Sjálvstýrið eina rødd aftur. Við umboði í býráðnum kunnu vit gera veruligan mun fyri borgarar í øllum økjum av kommununi og um alt landið.

Eftir hetta valið hevur Sjálvstýri reist seg aftur og stendur nú sterkari til eitt komandi løgtingsval.

Nú síggja vit vónrík og við áræði fram til at arbeiða við teimum málum, sum vit í valskránni hava sett okkum fyri.

Einaferð enn, takk fyri álitið og stuðulin!

 

 

Vegna Norðoya Sjálvstýrisfelag og valbólkin.

Hjalmar Zachariassen, formaður

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Anfinn í Toft skal leggja býin til rætti…
Karstin og Karl Martin - Lær tú barnið
Sylvia hevur telvað væl
Marknaðardagur á Fossánesi
Jósef Jacobsen yvirtikið Litsmiðjuna
Signhild verður mentan­arnevndarfor­kvinna
Annika Steintórsdóttir Biskopstø verður…
Jenis av Rana við nýggjari bók
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Karl stjórnar Klaksvíkar kommunu
Nýggj samgonga í Tórshav­nar kommunu
Havnin á odda
Kommunuval og manna­rættindi
Samgonga skipað
Ester á OY Voxbotn 2025
Nývalda býráðið í Nes kommunu hevur skip…
Magn skal hava nýggjan stjóra
Takk fyri stuðulin
Fólka­flokku­rin bjóða Signhild borgarstjó…
Takk fyri álitið á Sjálvstýri!