Lýsing
Lýsing
Avbjóðandi arbeiði kann tað vera at fra inn í gomul hús at mála, samstundis sum tað gamla verður varðveitt. Her í gomlu læknahúsunum | Mynd: Jóhann Lützen

Jósef Jacobsen yvirtikið Litsmiðjuna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.11.2024 - 10:12 Myndarøð Tíðindi Vinna

Jósef Jacobsen hevur yvirtikið fyritøkuna ”Litsmiðjan”. Teir eru í dag fýra mans í fyritøkuni, men teir hava verið uppi á 8 starvsfólkum onkra periodu, meðan teir hava verið fýra mans í fýra ár. Møguliga verða fleiri fólk sett í starv, men tað verður alt eftir, hvussu nógv arbeiði er.

 

(Grein úr blaðnum, nr 26)

 

 Her greiðir Jósef frá, hvussu tilgongdin fram til yvirtøkuna hevur verið.

– ”Tað byrjaði við, at pápi mín sum heilt ungur byrjaði at læra til málara, og hann hevur so arbeitt alt sítt lív við tí. Fyri umleið 20 árum síðani byrjaði eg spakuliga at arbeiða meg inn í fyritøkuna. Seinast í 1990’unum tók eg útbúgving sum maskinistur og fór síðani at sigla. Í feriunum, tá eg var heima, arbeiddi eg hjá pápa mínum, og afturi í 2011 byrjaði eg fult og heilt at arbeiða sum málari í hansara fyritøku”, byrjar Jósef, og heldur fram:

 

– ”Vit hava havt øgiliga nógvar uppgávur, bæði smáar og stórar, gjøgnum tíðirnar. Tað hevur ligið akkurát til vinstrabeinið fyri meg at arbeiða sum málari, og í 2022 byrjaðu vit at tosa um, at pápi mín ætlaði at trekkja seg úr, skilt á tann hátt, at hann gjørdist vanligur málarameistari, meðan eg fekk stjórasessin. Nú er tað eg, sum renni eftir arbeiðsuppgávum, meðan hann er fakeftlirlitið”, sigur Jósef skemtandi.

 

Um navnið á fyritøkuni

– ”Fyritøkan ber navnið Litsmiðjan. Hetta tí at okkum dámar væl at seta kulør á, og arbeiðini, vit gera, eru bæði stór og smá. Vit hava til dømis onkuntíð verið inni hjá privatfólki og málað eini 2-3 kømur, og av størru arbeiðunum kunnu nevnast, tá Skúlatrøð bleiv útbygt. Vit hava tikið okkum av øllum tí, sum er bygt ímillum gamla Skúlan á Ziskatrøð og gamla Ósáskúlan. Tað var til tíðir eitt hart arbeiði, men vit kláraðu tað saktans”, sigur nýggi stjórin í Litsmiðjuni, sum vanliga ikki manglar arbeiði, men at tað skiftur:

 

– ”Júst í løtuni er ikki so nógv at gera, og vit kunnu væl átaka okkum meira longur frammi í tíðini. Sum nú er hava vit nóg mikið av arbeiði til fyrst í 2025, og eftir nýggjár plaga fólk, fyritøkur og tað almenna at byrja nýggj arbeiði, sum vit so eisini gerast ein partur av. Tað kann til dømis vera í sambandi við umbyggingar ella renovatiónir”, sigur Jósef.

 

 

Arbeiða inni og úti

– ”Vit byrja næstan ongantíð, ella í øllum førum sjáldan, áðrenn páskir, tí veðrið er, sum tað er. Páskirnar kunnu sveiggja ein mánað, og hóast tað, so skiftir veðrið vanliga kortini, tá páskirnar eru. Vit arbeiða so frá páskum og til miðjan oktober, men um veðrið byrjar at vera keðiligt kring 1. oktober, so skal øgiliga nógv til, at tað gerst samanhangandi gott veður aftur tað árið. Tað er komið fyri, at vit hava kunnað gjørt arbeiði seint í oktober og í november, men tað er sjáldan. So veðrið hevur øgiliga nógv at siga”, sigur Jósef kundarekrutteringina:

 

 

Kundarekruttering

– ”Har eru ongi fora ella messur, har Litsmiðjan fær kundar. Fyritøkan fær arbeiði á tann hátt, at kundarnir ringja til Litsmiðjuna, og tað eru ofta byggifyritøkur, sum ringja. Her í Klaksvík eru tríggjar byggifyritøkur, sum vit hava gott samstarv við, og vit eru javnt og samt í dialogi við tær um, hvørt tær hava brúk fyri málarum. Vit siga vanliga ongantíð nei, uttan so at tað als ikki kann lata seg gera”, leggur hann afturat, og sigur:

– ”Eitt nú kunnu vit vera undirveitarar, sum t.d. í nýggja hotellinum, har eisini aðrir undirveitarar eru á øðrum økjum; tað kann t.d. vera gólváleggjarar, sum er ein uppgáva, vit ikki átaka okkum, ella HVS, elektrisitet ella líknandi. Tað er ofta ein byggifyritøkuna, sum hevur høvuðsenterprisuna, og so fer hon út til undirveitarar við ymiskum spesialum”, sigur Jósef Jacobsen.

 

 

Penslar og rullur heldur enn sproytimáling

Um málaraháttin sigur Jósef: – ”Tað er sjáldan, at vit brúka sproytimáling. Tað vanliga er penslar og rullur, og tað hevur verið heilt lítið av sproytu seinastu árini, og tað eru trý ár síðani seinast. Og tað er einasta ferðin tey seinastu 10 árini, at vit hava brúkt sproytu. Hetta tí at tað er so nógv eyka arbeiði av at sproyta. Til dømis skulu øll vindeygu dekkast til, tá man sproytar, og tað er tí nógv skjótari at brúka pensil og rullu”.

 

Vit geva góð tilboð

Bókhaldinum tekur ein grannskoðarafyritøka sær av, men annars tekur Jósef sær sjálvur av tí mesta pappírsarbeiðinum; har eru ongi skrivstovufólk í fyritøkuni. Um onkur vil hava fatur á Litsmiðjuni, so ber til bæði at ringja á 717003 ella senda ein teldupost á litsmidan@gmail.com, og Jósef sigur, at øll eru vælkomin at seta seg í samband við teir og fáa eitt tilboð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flúgvandi byrjan hjá Eyðuni Klakstein í…
Lands­fundur hjá Fólka­flokkinum
Konsert við Marjun og Ferminningu­num í K…
Norð­oy­ingar fáa eina hugfarsliga bók um…
- Halda lista Á fyri rukku
Bæði í Tórshavn, Klaksvík og Runavík vór…
Anfinn í Toft skal leggja býin til rætti…
Karstin og Karl Martin - Lær tú barnið
Sylvia hevur telvað væl
Marknaðardagur á Fossánesi
Jósef Jacobsen yvirtikið Litsmiðjuna
Signhild verður mentan­arnevndarfor­kvinna
Annika Steintórsdóttir Biskopstø verður…
Jenis av Rana við nýggjari bók
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Karl stjórnar Klaksvíkar kommunu
Nýggj samgonga í Tórshav­nar kommunu
Havnin á odda
Kommunuval og manna­rættindi
Samgonga skipað