Er skúlaskipanin góð fyri okkara land og fyri øll okkara ungu ??
Nú skúlaskipanin hevur verið umrødd í eina tíð í tinginum og í miðlunum, komi eg í tankar um, er verandi skúlaskipan tann rætta fyri okkum ??
Er hetta at tey ungu ikki sleppa úr skúlanum aftaná 7 ár í fólkaskúlanum, uttan at tað skal koma teimum aftur um brekku um tey ikki eisini taka 8. og 9. skúlaár, fyri at kunna koma inn á miðnám og hægri lesna seinri. Soleiðis havi eg skilt tað í hvussu er.
Skal eg døma út frá mær sjálvum tá eg var á hasum aldri, altso 14 ár, tá var eg so eviga troyttur av at ganga í skúla, at eg yvist ikki í at slapp eg ikki úr skúlanum tá, so bleiv eg ørur í høvdinumø
Nú kann mann siga sum so, ja men tey sleppa úr skúlanum tá tey eru 14 ár. Ja. Men tey fáa at vita tað, at hava tey ikki tikið 8. og 9. klassa so kunnu tey ikki forseta á miðnámi t.d.. Hetta ger so at tey føla seg noydd til at forseta í hesumbáðum klassunum og síðan fara á miðnám aftaná. Tað sigst eisini at bæði lærarar og foreldur siga børnumnum at fara tey ikki víðari í skúlanum aftaná 7. skúlaaár so vera tey onki. Er tað rætt. Er tað virkuliga so, at er man bara ófaklært arbeiðsfólk so hevur man ongan tjans at fungera her í landinum ?
Sum tað skilst so hava skúlarnir, lærararnir og børnini sjálvi trupuleikar, ofta sálarligar trupuleikar, í hesi tíðini aftaná 7. klassa. Hví ?? Eg vil halda tað er tí at tey eru so æviga skúlatroytt, fleiri av teimum. Tað eru eisini børn sum dáma at ganga í skúla, ongin yvi um tað, men hesi sum ikki tíma, men tó føla seg noyddan at halda fram í skúlanum koma at forpesta skúlagongdina hjá teimum sum tíma og ikki minni fyri lærarunum.
Hevði tað ikki verið betur at broytt skúlalógirnar soleiðis at tey, sum aftaná 7 ár í fólkaskúlanum, kunnu, uttan nakra hóttan fyri ikki at kunna koma inn á miðnám seinri, fara úr skúlanum og í staðin finna sær eitt arbeiði sum tey kanska seinri kundu hugsa sær at útbúgva seg víðari í, ella bara blíva vanligt arbeiðsfólk uttan nakað spesiali. Hvat galið er í tí ??
Ganga vit ikki alt ov høgt uppí hetta, at alt arbeiði skal lærast teoretist. Gera vit ikki alt ov lítið av at læra okkara ungdóm upp í praktiskum arbeiði ?? Learning by doing.
Í dag er tað næstan soleiðis, at man kann læra næstan alt teoretist á einum skriviborði. Er hetta skilagóður politikkur ??
Kanst tú fáa ein góðan sjómann/kvinnu burturúr bara við at læra hetta teoretist ??
Tað sama við einum smiði ella hondverkara í heila tikið. Latið tey sum hava hug til tað, sleppa at lukta til slík arbeiðir hesi árini millum 7. skúlaár og miðnám í praksis, heldur enn eina rúgvu av teori í 8. og 9. klassa, sum tey kanska slett ikki eru interesseraði í enn. ella fáa brúk fyri seinri í lívinum.
Hetta krevur so at tey ígjøgnum eina roynd seinri, kunnu koma inn á miðnám ella annan skúla um tey hava hug til tað.
Gerð tað soleiðis at tey, um tey vilja tað, kunnu fara til skips 14 ára gomul, men havi eg skilt tað rætt so er tað ikki lógligt at mynstra umborð á eitt føroyskt skip fyrr enn man er 15 ára gamal/gomul. Hví tað, vit eru nógv sum fóru til skips 14 ára gomul, onkur enntá yngri. Hevur nakar fyngið skaða av tí ? Spyr tey. Ung fólk eru nógv betur fyri at fara til bæði skips og arbeiðis í dag, kroppsliga sæð, enn tey vóru tá.
Lógin sigur at eitt skip av tí og tí støddini skal hava so og so nógvar fullroynadar dekkarar umborð fyri at fáa siglingarloyvi, alt gott um tað, men reiðaríini burdu verið noydd til at hava pláss fyri einum óbefarnum sjómanni/kvinnu umborð fyri í heila tikið fáa loyvi at vera undir føroyskum flaggi. Hvussu skulu vit annars kunna fáa erfarnar føroyskar sjómenn útbúnar í praksis og soleiðis blíva góð sjófólk. Um eg havi skilt tað rætt so kann mann fáa teoretiska upplæring í sjómannskapi so mann á tann hátt kann blíva erfarin sjómaður, hetta er eftir mínum tykki heilt hol í høvdið, góður sjómanskapur kann ikki lærast á einum skriviborðið, tað skal meiri til enn so. Hetta at mann bara skal hava erfarnar sjómenn umborðd ger so tað at vit eftihondini ikki eiga slíkar í landinum, og hyggur tú eftir so eru helst teir flestu dekkararnir í føroyska handilsflotanum útlendingar. Harmiligt. Ikki tí at útlendingarnir ikki eru góðir sjómenn. Men harmiligt at vit eftirhondini ikki eiga erfarnar sjómenn í Føroyum at seta umborð á føroysk skip og soleiðis fáa eitt gott og lønandi arbeiði.
Nei ger tað møguligt at sleppa dreingjum / gentum umborð skipini longu 14 ára gomul, um hugurin er til tess, tað gevur góðar sjómenn og sjókonur.
Tað sama er við øðrum arb, lat tey slepp at snúsa til ymisk arbeiðir um tey hava hug til tað tá tey sleppa úr skúlanum 14 ára gomul.
Eftir mínum tykki eru tað 4 ting børn skulu læra væl og viriliga í fólkaskúlanum, tað er læra at skriva, lesa, rokna og ikki minst allmannavitan,, ikki alt annað fjas, tí hesi tingini eru ógvuliga grundleggjandi og umráandi at læra.. Í rokning er tað allneyugt at tey læra lítlu tabell soleiðis at tey eru før fyri at rokna uttan at noyðast altíð at hava hjálpitól hjá sær, og í allmannavitan er tað umráandi at tey læra væl og viriðliga um heimland okkara, søgu, navnið á oyggjum okkara og bygdum. Havi uppliva føroysk fólk við studentareksamiu ið ikki kenna nøvnini á hvørki oyggjum okkara ella bygdum, hetta er fúl skomm.
Eg eri klárur yvir at fólk fara at siga at hetta er at fara aftur í fortíðina, men hatta var nakað sum fungeraði væl og virðliga. Tað eru tey sum hava liva og lært undir hasari skúlaskipanini sum hava bygt landið upp til tað vælfungerandi landið vit eiga í dag.
Hetta at børn sleppa úr skúlanum uttan nakra hóttan aftaná 7 ár, hevði eisini gjørt at vit figu fleiri føringar til arbeiðis og tí ikki verið so avhengið av útlendskari arbeiðsmegi, tey ungu høvdu haft egnan pening um hendur, sum aftur hevði styrkt um teirra sjálvsvirði, harvið færri psykisk problemir. Eg tori at pástanda at tað eru í hundranda vís av børnum sum ganga í skúla uttan at hava hug til tað aftaná lokna fólkaskúlatíð.
Tað at læra skal nokk koma seinri um tey fáa eguni upp fyri at tað er okkurt sum tey vildu lært til av fríum vilja. Tað er himmalvíður munur á at læra nakað mann sjálvur vil, og tað at læra og ganga í skúla bara tí mann noyðist. Tað veit eg frá mær sjálvum.
Eg fari tí til seinast at heita á tey sum lesa hettar at umhugsa um tað ikki er eitt lítið sindur av sannleika í hesum
Tað sum eg hevði vilja við hesum er at vísa á, at tað hevði verið gott um vit fóru eitt sindur burteur frá ideini um at at alt skal lærast teoretiskt, og at um mann ikki hevur lært so er mann onki, soleiðis at mann ikki kann fungerað í landinum um mann ikki hevur víðari lærdóm aftaná fólkaskúlan.. Onki land kann fungera bara við lærdum fólki, vit hava sanniliga brúk fyri fólki sum vil brúka hendurnar, hygg bara hvussu tíðiliga tað kom fram og hvuusu umráðandi tád er, undir sreykuni hjá arbeiðarafeløgunum herfyri.
Hetta hevði eisini minka munandi um útgiftirnar til óneyðuga skúlagongd. Færri læraralønir, minni útgiftir til skúlar, fleiri hendur í sving, fleiri glað menniskju sum kunnu tjena pening til sín sjálvs, og ikki spill av tíð hjá teimum ungu sum kanska slett ikki ætla sær at læra nakað annað enn vanligt arbeiði. Var tað ikki betur at fingið tey ungu til arbeiðis enn at síggja einastu loysnina fyri at fáa fíggjarlógina at hanga saman at leggja eftir teimum gomlu, hetta er eftir mínum tykki fullkomiliga øvugt mannagongd. Har er eisini studningurin sum tey ungu fáa, at spara fyri landið og sum kundi verið umsett til løn til tey ungu sum ikki hava hug at ganga í skúla, og harvið blivið ein inntøka fyri landið ístaðin fyri ein útreiðsla. Tvs. dupult effekt
.Hvussu kann mann so broyta hetta ? Tað burdi eftir míni meinig ikki verið so torført: Broyti lógina um at mann ikki kann søkja um upptøku á miðnám uttan at hava gingið í 8. og 9. klassa. Broyti lógina um at kunna upptaka arbeiði á sjógvi og landi frá 15 til 14 ár meiri innviklað burdi tað ikki veri.
NB. Lat okkum líka fáa hetta við. Vit sum minnast meiri en 10 ella 20 ár aftur í tíðina, minnast hví hetta at longja skúlatíðina hjá Barna/Fólkaskúlanum frá 7 til 9ár vita, at hetta var gjørt tí at møguleikin hjá ungum at fáa nakað arbeiði í kreppuárunum var ómøguligt uttan so at mann tók arbeiði frá familiumonnum og kvinnum, tí helt mann at tað var skilagott at lata teyu ganga í skúla í staðin, og hetta var skilagott tá,, so teirra tíð ikki fór til spillis við onkið at fáa burtur úr lívinum, og tað má sigast at tað var skilagott tá, men í dag er støðan júst tann øvugta, tí burdi mann í dag hugsa annarleiðis.
03.01.25
Ragnar Hentze