Vit mugu tryggja virðilig kor fyri fólk við demens/Alzheimers!
Demens, serliga Alzheimers sjúka, er ein vaksandi avbjóðing í samfelagnum. Tí er tað neyðugt við einum greiðum og samanhangandi politikki, sum tryggjar, at øll fáa somu góðu hjálp – óansæð hvar í landinum tey búgva.
Sum avvarðandi til ein persón við alzheimers havi eg sjálvur kent á egnum kroppi, hvussu stórar avbjóðingarnar kunnu vera. Tað ger tað enn meira týðiligt, hvussu nógvur tørvur er á betri skipanum, stuðli og samskipan fyri bæði tann sjúka og familjuna rundan um.
Ein týðandi liður er at menna ein yvirskipaðan demenspolitikk fyri alt landið. Hetta merkir, at myndugleikarnir mugu leggja eina felags ætlan, har dentur verður lagdur á samanhang millum tænastur, góða umsorgan og virðing fyri tí einstaka. Ein slík ætlan eigur at tryggja, at hjálpin ikki er treytað av postnummari, men er eins fyri allar borgarar.
Somuleiðis er tað týdningarmikið, at tænastur og tilboð til fólk við demens og teirra familjur verða lógarásett. Tá eru rættindini tryggjað, og familjur vita, hvat tey hava krav uppá. Ein partur av hesum er, at øll, sum fáa eina demensdiagnosu, fáa ein demenssamskipara. Hesin kann hjálpa familjuni at finna runt í skipanum og tryggja, at tey fáa rætta stuðulin til røttu tíð.
Ein stór avbjóðing er, at nógv fáa diagnosu ov seint. Tí er neyðugt at stimbra tilgongdina til útgreining, so fólk skjótari fáa hjálp. Hetta kann gerast við betri upplýsing, skjótari tilgongd til lækna og meira samstarv millum ymiskar heilsutænastur.
Umframt hetta er tað umráðandi at arbeiða við hugburðinum í samfelagnum. Við upplýsing og opinleika kann samfelagið gerast meira inkluderandi, so fólk við demens framvegis kunnu luttaka í gerandisdegnum.
Meira almenn upplýsing og vitan um demens er eisini ein lykil. Tá fólk skilja sjúkuna betur, verða tey betur før fyri at vísa tolsemi og stuðul. Hetta kann eisini hjálpa til við at eyðkenna sjúkuna fyrr.
Eisini er tørvur á fleiri væl útbúnum heilsustarvsfólkum innan demensøkið. Við rættari útbúgving kunnu tey veita betri umsorgan og stuðul bæði til sjúklingar og familjur.
Fólki við Alzheimer og øðrum demenssjúkum, hava brúk fyri tíð, tolsemi og nærveru – nakað sum krevur hæggri játtanir, enn skipanin ofta loyvir í dag. Starvsfólkini gera sítt allar besta, men manglandi fígging ger, at tey ikki altíð kunnu geva tað umsorgan, sum krevst av mangalandi arbeiðsorku.
Samstundis eigur ellisrøkt eisini at snúgva seg um lívsgóðsku. Aktivitetir og sosialt lív eru avgerandi, men verða ofta raðfest niður, tá játtanin ikki er stór nokk og manglar.
At enda er fyribyrging ein týdningarmikil partur. Við at raðfesta átøk, sum stuðla sunnum lívshátti og skjótari viðgerð, ber til at minka um talið av nýggjum tilburðum og at tálma gongdini hjá sjúkuni.
At enda vilja vit í Miðflokkurin leggja dent á, at hesi málini mugu takast í álvara í komandi samgongusamráðingum. Tað er avgerandi, at vit fáa ein greiðan og sterkan demenspolitikk, sum tryggjar virðilig kor fyri øll, ið eru rakt. Hetta krevur tó, at vit standa saman um ein sterkan Miðflokk. Vit fara altíð til arbeiðis við loysnum fyri eyga, og vilja arbeiða miðvíst fyri at betra um lívsgóðskuna hjá fólki við demens og teirra avvarðandi.
Vinjard Johansen
Miðflokkurin