Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kanningar av orkumøguleikunum úr undirgrundini á Fossum

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  27.01.2025 - 13:31 Tíðindi

Í samband við útstykkingina á Fossum, hevur Klaksvíkar kommuna samstarvað við Jarðfeingi í tilgongdini at kanna møguleikarnar fyri alternativari orku á Fossum, nevnast kunnu sjóhiti, gagnnýtsla av tunnilsvatni og jarðhitaboring.

 

Í hesi tilgongd hevur Jarðfeingi víst stóran áhuga fyri økinum á Fossum í mun til gransking. Tey høvdu møguleika at søkja um stuðul, tí á fíggjarlógini 2022 var serstøk játtan til gransking av hesum slag (Orkustuðulsjáttan). Jarðfeingi fekk játtað stuðul til at gera royndarboring við jarðhitaholum við atliti til kortlegging av jarðfrøðini í økinum, serliga hvat viðvíkur vatnførandi rivum og løgum í undirgrundini og við tí endamáli at útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini

Jarðfeingi stóð fyri verkætlanini, sum varð kostnaðarmett til 331.200 kr. Jarðfeingi søkti um 165.600 kr. (helvtina av kostnaðinum) frá Orkustuðulsjáttanini, og hin helvtarpartin av verkætlanini fíggjaðu Jarðfeingi og Klaksvíkar kommuna við 82.800 kr. hvør. Felagið BORA stóð fyri boringini.

 

Stutt samanumtøka av úrslitum frá royndarboringini (Brot út Orkuloysn á Fossum s. 13)

  • Grundvatnsspegilin í royndarboringini á Fossum situr óvanliga djúpt niðri í boringini – 83,75 m undir yvirflatuni, á leið 30 m omanfyri sjóvarmálan.
  • Yvirflatuvatn rennur niður ígjøgnum holið, heilt niður á 375,25 m dýpi, har tað rennur út. Holið er tí ikki egnað til at máta hitan á grótinum fyrr enn eftir 375,25 m dýpi, tá vatnstreymurin steðgar.
  • Jarðhitavøksturin er lágur, umleið 0,25 ℃/100 m.
  • Hóast tað ikki kann sigast við vissu, so kann væntast, at grundvatnsspegilin í jarðhitaboringum í býlinginum á Fossum fer at vera sera lágur. Tað veldst um, um ein boring rakar rivur ella op við rennandi vatni, og hvussu langt niðri í boringini hetta er.

 

Lesast kann meira um granskingarverkætlanina her:

Tíðindagrein: Nýggj vitan um grundvatn og týdningurin av hesum fyri jarðhitanýtslu | Jarðfeingi og Grundvatn & jarðhiti | Jarðfeingi

Granskingarverkætlanin: Microsoft Word - Kanningar av orkumøguleikum úr undirgrundini á Fossum - Endalig frágreiðing.docx

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morgunsangur í Christians­kirkjuni mikumo…
Songkvinnan jazzygold á Summar Festivali…
Rodmund Nielsen vitjar Norðlýsið
Sylvan Jakobsen til Molde
Petra Snorradóttir Jensen vitjar Norðlýs…
Norðlýsið á gøtuni
Festligir tónar og myndir í Leirvíkar Bá…
G! kunngerð: Emiliana Torrini (IS)
Karla Solveig Dam
AMOC er ikki gingin amokk
Samrøða við Anfinn Hjaltalin
Nýggj frisørsalong letur upp í Klaksvík
Verjusemja um Arktis og Norð­uratlantshav
Er skúla­skipanin góð fyri okkara land og…
Reisigildi á Garðavegnum
Borgar­stjó­rin takkaði Rannvá Joensen frá…
Kanningar av orkumøguleiku­num úr undirgr…
Holocaust minningarhald
Hvussu nógv fleiri almenn størv kunnu vi…
Ótrygt og illa lýst broytingar­uppskot í…