Songkvinnan jazzygold á Summar Festivalin
Í august verður tað endiliga møguligt at uppliva jazzygold á Summar Festivalinum
Við sínari dreymakendu rødd blandar jazzygold popp og r&b og hevur skapt eitt heilt serligt ljóð, ið hevur gjørt hana til eitt kent navn bæði her heima og uttanlands.
Við sangum sum “homerun”, “ex-friends” og nýggjasta staklagnum “gold” hevur hon vunnið hjørtu hjá áhoyrarum kring Evropa og hevur bygt sítt navn sum ein listakvinna, ið torir at seta orð og tónar á tær torføru kenslurnar.
Í mars 2024 varð jazzygold tilnevnd til Ársins Spíra á FMA, ein heiður, ið staðfestir hennara pláss sum eitt av mest spennandi nýggju nøvnunum í føroyskum tónleiki.
Á Summar Festivalinum fer jazzygold at framføra sangir frá síni debut-EP, it’s been a while, sum kemur út í februar. EP’in er ein persónlig og hjartanemandi søga, ið lýsir hennara lívsleið frá barnarøtrunum í Føroyum og til hennara mongu upplivingar runt í heiminum – ein ferð gjøgnum samleika, kenslur og tað at finna seg sjálva.
Hetta verður ein heilt serlig framførsla, sum tú ikki vilt missa! Lat teg søkka niður í eina tónlistarliga uppliving, sum bjóðar tær bæði nærveru og vakurleika.
Á Summar Festivalinum 2025 kanst tú uppliva jazzygold – ein uppliving, ið tú fert at minnast leingi!