Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sylvan Jakobsen, til høgru á myndini, eftir at Luc Kassi hevur skorað til 3-0 til KÍ í Budapest í 2023 móti Ferencváros. | Mynd: Getty images (klipt)

Sylvan Jakobsen til Molde

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.01.2025 - 13:03 Ítrottur Tíðindi

Liðleiðarin hjá KÍ síðstu árini skal nú arbeiða í einum av størstu feløgunum í Skandinavia sum ’’kitman’’.

Tað hevur ljóðað í eina tíð, og nú er tað undirskrivað. Liðleiðarin hjá KÍ síðstu árini, Sylvan Jakobsen, sum er sera høgt í metum í KÍ, skiftir til norska stórfelagið Molde, har hann hevur gjørt ein tvey-ára sáttmála sum ’’kitman’’, sum svarar til líknandi leiklut, sum hann m.a. hevur havt í KÍ. Molde hevur nýliga skift venjara. Fyrrverandi venjarin hjá Hacken, Per Mathias-Høgmo, er nýggjur venjari og fleiri broytingar hava eisini verið í toyminum rundanum. Fyrrverandi hjálparvenjarin hjá KÍ, Daniel Berg Hestad, er venjari hjá eykaliðnum hjá Molde, og tað er gjøgnum hann, at Sylvan er endaður í Molde. Tað váttar hann fyri Norðlýsinum. Báðir persónarnir sum hava verið ’’kitman’’, sum Molde kallar tað á síni heimasíðu, góvust í vetur.

- Daniel Berg Hestad ringdi og spurdi, um eg var áhugaður at koma til Molde. Soleiðis kom tað í lag, sigur Sylvan Jakobsen í stuttari viðmerking úr Molde, har hann hevur verið síðstu dagarnar.

Molde var seinast meistari í 2022 og hevur javnan verið í bólkaspølum og deildarspølum í altjóða fótbólti síðstu árini. Molde hevði eitt skuffandi kappingarár í 2024, har liðið ikki spældi seg í Evropa, og tí fekk venjarin sekkin. Men Molde er enn við í Conference League í hesum kappingarárinum og skal 12. og 19. februar spæla play-off dystir móti írsku meistarunum Shamrock Rovers, so tað liggja stórar uppgávur fyri framman um stutta tíð.

Norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke eigur Molde.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum