Ester á OY Voxbotn 2025
Tónlistakvinnan handan fleiri av bestu løgunum í farna áratíggju luttekur á ársins konsertdegi. Ester er púra unik songkvinna, sum hevur serligar gávur at skriva góð og fangandi løg, og hetta sleppa vit at njóta á OY Voxbotn 2025.
Ester Kristiansen kom brestandi á føroyska tónleikapallin í 2014, tá hon útgav frískan føroyskan popptónleik við altjóða dámi. Tað varð beinaveg greitt, at hetta er ein dugnalig listakvinna við nógvm uppá hjarta.
Løg hennara fingu nógva rúmd í lurtunum og á netbornu miðlunum, og Ester var beinavegin innstillað sum “Ársins nýggja navn” til FMA.
Tónleikurin bar hana á allar pallar í Føroyum, og var hon eisini boðin við í íslendska sjónvarpskapping.
Løg sum “Elska teg”, “Hann eg kenni” og “Hjarta títt” hava ein sera nútímans elektroniskan tóna, meðan nýggjari løgini, sum til dømis “Fívil” og “Aftur til tín” leita meira til tað akustiska útrykkið. Hetta vitnar um eina tónlistakvinnu sum fevnir víða, og sum mennist í heilum. Men felags fyri tónleikin er frálíkir melodiir, viðkomandi tekstir og einastandandi røddin hjá Ester.
Tá Ester framførir hevur hon fjøldina í sínum lógva. Hon dugir so avbera væl at bera eina framførslu, so vit øll kenna okkum aftur í tónleikinum.
Gleð teg tí, til eina dragandi løtu, tá Ester tekur pallin á OY Voxbotn 2025.
Keyp atgongumerki umgangandi á ebillet.fo fyri kr. 795,- umframt avgreiðslugjøld.
OY Voxbotn 2025. Í samstarvi við Posta, Føroya Banka, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, effo, Coca Cola, Nema, Hoyrnin og Red Bull.