Lýsing
Lýsing

Magn skal hava nýggjan stjóra

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.11.2024 - 21:45 Tíðindaskriv Vinna

Í dag er avtala gjørd millum nevndina í P/f Magn og Finn Jakobsen, at hann fer frá sum stjóri. Finn hevur verið stjóri síðani 2020, og áðrenn tað var hann tekniskur stjóri. Finn Jakobsen fer úr starvi beinanvegin.

 

Fyribilsstjóri verður Christian Nagata, næstformaður í P/f Magn. Christian hevur undan næstformanssessinum verið nevndarformaður í Magn frá 2006 til 2015, og áðrenn tað var hann fíggjarstjóri, og hevur sostatt drúgvar royndir og stórt innlit í felagið.

“At Christian hevur játtað at taka við sum fyribilsstjóri tryggjar ein stabiliet og framhaldandi rakstur, so at okkara kundar og starvsfólk merkja so lítið sum gjørligt til skiftið”, leggur Jan Petersen afturat.

Magn fer nú undir tilgongdina at søkja eftir nýggjum stjóra, sum skal taka við skjótast gjørligt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Anfinn í Toft skal leggja býin til rætti…
Karstin og Karl Martin - Lær tú barnið
Sylvia hevur telvað væl
Marknaðardagur á Fossánesi
Jósef Jacobsen yvirtikið Litsmiðjuna
Signhild verður mentan­arnevndarfor­kvinna
Annika Steintórsdóttir Biskopstø verður…
Jenis av Rana við nýggjari bók
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Karl stjórnar Klaksvíkar kommunu
Nýggj samgonga í Tórshav­nar kommunu
Havnin á odda
Kommunuval og manna­rættindi
Samgonga skipað
Ester á OY Voxbotn 2025
Nývalda býráðið í Nes kommunu hevur skip…
Magn skal hava nýggjan stjóra
Takk fyri stuðulin
Fólka­flokku­rin bjóða Signhild borgarstjó…
Takk fyri álitið á Sjálvstýri!