Lýsing
Lýsing
- Vit møtast kl 10
Soleiðis sigur Karl Johansen í telefonini í morgun tá vit spyrja hann um hvussu samráðingarnar ganga at skipa nýggja samgongu
Á býráðsvalinum ígjár kastaðu Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýri saman og boðaðu frá at tey fara í samráðingar um eina nýggja býráðssamgongu í Klaksvíkar kommunu.
Tey munnu hava fingið nakrar tímar á eyga og júst nú tá vit høvdu Karl Johansen í telefonini segði hann at flokkarnir fara at hittast kl 10.00 fyrrapartin.
Uttanfyri situr Fólkaflokkurin, sum gjørdist størsti flokkur, men sum eftir øllum at døma endar í andstøðu næstu fýra árini.
Seinastu tíðindini