Lýsing
Lýsing

Friða jørð og útgrevstur

SKRIVAÐ: Súna Anthoniussen  |  12.11.2024 - 13:23 Politikkur Tíðindaskriv

Tvær tær seinastu summarferðiurnar havi eg arbeitt á einum fornfrøðiligum útgrevstri á Tjóðsavninum. Mítt arbeiðspláss hevur í høvuðsheitum verið í víkinga- og miðaldar toftini, sum er staðsett Niðri í Toftum við Borðoyarvík. Summarið 2023 fann eg eina bláa perlu, sum varð mett til at vera umleið 1000 ára gomul. So helst hevur onkur verið har fyri 1000 árum síðani, hóast at vit onki skrivligt prógv hava fyri tí.

 

Bæði eigarir av tí friðaðu jørðini og tey mongu vitjandi, ið leggja leiðina framvið, vísa stóran áhuga fyri útgrevstrinum. Hóast at útgrevsturin er avbera spennandi, og kemur at geva okkum meira upplýsingar og vitan um Norðoyggjar í víkinga tíð, so eru eigarnir av jørðini ikki altíð so nøgdir við, at teir ikki fáa loyvið at byggja á síni jørð.

Trupulleikin við tí friðaðu jørðini er, at eigarnir sleppa ikki at brúka jørðina, eitt nú til at byggja sær neyst. Verið eg valdur, fari eg at arbeiða fyri, at Klaksvíkar kommuna skal keypa friðaðu jørðina frá eigarunum, ella at læta teimum aðra samsvarandi neystagrund.

Hví er hetta viðkomandi fyri onnur? Jú, umframt at eigarnir fáa eina samsýning fyri jørðina, sum teir eiga, so kann endurskapta fornaldarbúsetingin koma væl við sum skúlabrúk hjá næmingum, soleiðis at teir kunnu síggja og uppliva umstøðurnar, hvussu fólk hava livað fyri 1000 árum síðani. Harafturat kemur búsetingin eisini at tæna bæði ferðavinnuni og lokalum fólkum, sum dáma at ganga túrar framvið Borðoyarvík. Og hvør veit, um fornfrøðingarnir møguliga finna upplýsingar ella lutir, sum kann seta øðrvísi spurningar til Føroya søgu? Ja, livst so spyrst.

 

X við Súna Anthoniussen / Javnaðarflokkurin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samgonga skipað
Ester á OY Voxbotn 2025
Nývalda býráðið í Nes kommunu hevur skip…
Magn skal hava nýggjan stjóra
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Takk fyri stuðulin
Fólka­flokku­rin bjóða Signhild borgarstjó…
Takk fyri álitið á Sjálvstýri!
- Her er gott stev og gott lag
Atkvøður í mun til 2020
Norðlýsið handan pláturnar
Norðlýsið tippar nevndarbýti
Fólka­flokku­rin savnaður uppi í Gerðum
Tim og Monika Kunoy Sharp í Betesda miku…
- Vit møtast kl 10
Her eru atkvøðutøl­ini hjá býráðslimunum
Valið er av
Samgongan nærkast millum B-C-D-E
Karl H. Johansen fremstur við 304 atkvøð…
Bunkin hjá Karl veksur skjótt