Svar mítt, Miðfloksins vegna, til skilagóðan spurning frá einum veljara
Góði X- spurningar tínir snúgva seg um raðfesting, ella rættari sagt skeiva raðfesting. Evnini tú nevnir, skúlar, frítíðarvirksemi (dart) og brandstøðin eiga at raðfestast høgt, og tað kunnu tey eisini uttan trupulleikar, í einari kommunu, har peningur ikki trýtir.
Vit í Miðflokkinum ivast onga løtu í, at talan er um stórarbeiðið at gjøgnumganga, hvussu peningur borgarans hevur verið brúktur!
Tað benda harmaljóð tíni eisini á.
Nýggj eygu á Vaglið!!!!
Tí, sum fremstu slagorð okkara til valið eru orðað:
Virðing og kærleiki til einstaka menniskjað má setast framum asfalt, betong, skrivstovuveldi og egin áhugamál!
Veik, óhjálpin, heimleys, sjúk og fátøk mugu raðfestast og tryggjast, so ongin dettur niðurímillum.
Hjartað má setast fremst í samskiftinum við borgaran, kommunan er fyri ØLL og má rúma ØLLUM!
Ein hotline verður upprættað, sum tryggjar, at borgarin her og nú fær fatur á kommununi og verður hoyrdur- og vegleiddur í ivamálum.
Miðfloksisn vegna,
Jenis av Rana, floksformaður og valevni til Býráðið