Lýsing
Lýsing

Góð og trygg ferðsluviðurskiftir í Klaksvíkar kommunu

SKRIVAÐ: Mildrid á Lógv  |  09.11.2024 - 12:40 Politikkur Tíðindaskriv

Ferðslan í Klaksvík má skipast betur, soleiðis at ferðslutrygdin gerst góð.

 

 

 

Í nøgdsemiskanningini hjá Kringvarpinum skora íbúgvarar í Klaksvíkar kommunu ferðslutrygdina á kommunalu vegunum til 4,63 av 10 stigum. Miðal fyri Føroyar er hetta talið 5,8. Sostatt eru borgarar meira ónøgdir við ferðslutrygdina í Klaksvíkar kommununi samanborið við restina av landinum. Hetta mugu vit sum kommuna gera nakað við. Hetta er álvarsamt, tí foreldur og onnur mugu kenna seg trygg við at lata børnini ferðast í býnum og í tilhoyrandi bygdunum. Somuleiðis liggur Klaksvíkar kommuna aftanfyri restina av landinum í nøgdsemiskanningini, hvat viðlíkahald/reingerð av gøtum og vegum viðvíkur (5,33 í mun til 6,31).

 

Í miðbýnum við Sandin standa bilar parkeraðir í hópatali. Bilar kunnu koyra eftir trimum vegum, samstundis sum stórir bussar eisini koyra har. Tað er ringt at vita, hvar mann kann parkera, og hvar mann kann koyra. Hetta viðførir eisini, at tað ikki er nóg trygt at ganga ella súkkla. Hjá okkum staðkendu, sum eru von at ferðast har, kann tað ofta vera trupult, og eg kann ímynda mær, at tað má vera torført hjá øðrum, sum ikki eru kend við staðið. Òskipaða ferðslan gongur útyvir øll, men serliga ringt er hetta fyri tey rørslutarnaðu, sum ikki kunnu flyta seg so skjótt undan bilunum. Her mangla gongubreytir og súkklubreytir og skelting. Ein stórur trupulleiki er parkeringin í miðbýnum. Sum eg dugi at síggja tað, so er einasta haldbara loysnin at byggja eitt parkeringshús í fleiri hæddum, harav niðasta hæddin kundi verið undir jørð.

 

Í komandi byggiverkætlanum eigur parkeringskjallari at verða ein sjálvsagdur partur av størri bygningum. Fyri at loysa núverandi parkeringstrupulleikar hjá teimum, sum búgva á Biskupstorgi, eiga hesi at fáa síni føstu uppmerktu parkeringspláss. Hetta átti eisini at verið galdandi aðrastaðni í býnum, har bilurin ikki sleppur inn á stykkið.

 

Fyri at loysa parkeringstrupulleikan uttanfyri miðbýin, so eigur kommunan at gera parkeringspláss ymsastaðni í býnum við at keypa grundstykkir ella gomul hús til hetta endamál. Hetta er ein tilgongd, sum kommunan er í holt við, men vit eiga at leggja størri dent á hetta arbeiðið komandi árini. Hetta skal sjálvandi vigast upp ímóti søguliga virðinum av ognunum, soleiðis at onki søguríkt og virðismikið verður óneyðuga brotið niður.

Ein onnur loysn er at einsrætta ferðsluna onkrastaðni í býnum. Fleiri staðni skuldi parkeringin verið avmarkað til ta einu síðuna av vegnum. Fyri at øll kunnu fáa sín bil parkeraðan nær við húsini, kundi kommunan gjørt básar til privata parkering.

 

Fyri at gera Klaksvík til ein heilsugóðan bý, tørvar okkum fleiri súkklubreytir og betri gongubreytir. Gongubreytirnar mugu gerast á ein slíkan hátt, at tað verður lætt hjá koyristólum at koma uppá og av teimum. Hetta kemur at eggja fólki at ganga og súkkla meira, samstundis sum hetta ger tað lættari hjá rørslutarnaðum at koma út.

 

Eitt annað mál, sum eg vil arbeiða fyri, er vegurin ímillum Gerðabø og Norðhavnina. Nógv tung ferðsla kemur úr Norðoyartunlinum og skal leiðast ígjøgnum eystara arm av Klaksvíkini. Ístaðin fyri at koyra ígjøgnum býin, eiga vit at gera ein tunnil undir Kjølin frá Gerðabø til Árnafjarðartunnilin og Norðhavnina. Hendan verkætlanin vildi helst verið framd í einum samstarvi millum Landsverk og Klaksvíkar kommunu.

 

Tá ið tað kemur til kavarudding, so kundi hetta verið betur skipað soleiðis, at gongubreytir eisini verða ruddaðar. Seinastu árini hevur yvirhøvur ikki borið til at farið til gongu í Klaksvík í kava uttan at ganga á vegnum, har bilar eisini eru. Tað er ikki nóg trygt, og als ikki nøktandi, at borgarar skulu hava trupulleikar við at fara til gongu fyri at gera ørindir eftir høvuðsvegunum. Børn, gomul og rørslutarnaði kunnu als ikki fara út hesar dagar av árinum, tí vegirnir eru alt ov ótryggir við nógvari bilferðslu.

 

Um eg verði vald í býráðið, so vil eg leggja stóran dent á, at ferðsluviðurskiftini í kommununi gerast góð og trygg fyri allar borgarar.

 

Mildrid á Lógv

Valevni í Klaksvíkar kommunu

Listi E

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valið er av
Samgongan nærkast millum B-C-D-E
Karl H. Johansen fremstur við 304 atkvøð…
Bunkin hjá Karl veksur skjótt
Uppteljingin byrjað
64 fleiri høvdu valt kl. 16.00
Fortov frammanfyri Varpið
344 brævatkvøður í Klaksvík
41 fleiri høvdu valt kl. 14.00
4082 hava valrætt í dag - 40 fleiri enn…
Áron Sofus Vest
Friða jørð og útgrevstur
Norðlýsið á kvøldarkafé
Skorheim í studio
Rás 2 sendir frá kommunuvali­num, bæði sj…
Fríðin komin á gátt
Ferðslu­kunning í samband við valið
Andreas vitjaði Norðlýsið
Myndarøð: Gott veður og gott lag á velja…
Svar mítt, Miðfloksins vegna, til skilag…