Lýsing
Lýsing

Vina- og kenningapolitikkur

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø  |  09.11.2024 - 12:41 Politikkur Tíðindaskriv

Tað einasta eg kann lova øllum mínum veljarum, er, at eg vil hava høvdið og hjartað við mær inn um býráðsgátt. Men eg vil helst ikki standa í skuld til nakran eftir valið. 

 


Eg vil fegin hoyra tíni hugskot og hvat ið liggur tær á hjarta. Eisini um eg ikki fái tína atkvøðu.
 
Sum politikari hevur tú skyldu at lurta eftir teimum, sum ikki rópa harðast. Og tú mást eisini rúma teimum, sum tíanverri vórðu noydd at velja grannan, stjóran, flokksvinin ella kanska ommubeiggjan. 


Tað einasta eg kann lova øllum mínum veljarum, er, at eg vil hava høvdið og hjartað við mær inn um býráðsgátt. Men eg vil helst ikki standa í skuld til nakran eftir valið. 


“Jú, eg valdi teg, so tú mást royna at gera hetta fyri meg!”  
  
Allir borgarar hava krav upp somu viðferð og øll hava rætt at fáa svar uppá sínar spurningar og umsóknir. Kovboypolitikkur, rossahandlar, persónlig áhugamál og vina- og kenningapolitikkur kosta tíanverri kommununi alt ov nógvan pening.


Heldur vil eg umboða fjøldina og gera mítt til at skattakrónurnar koma øllum borgarunum til góðar.     


Tað er ikki valdið sum drívur meg, men hugurin og viljin at gera nakað vakurt, varandi og munagott fyri øll sum her búgva.            
Og eg arbeiði fegin fyri tey, sum onga atkvøðu hava 12. november. Her hugsi eg eisini um børnini og tey ungu, sum eru okkara framtíð. Útlendingar, sum eru komnir hendanvegin og sum trívast ímillum okkum.  Fólk, sum dáma væl at vitja Klaksvík. Føroyingar, sum lesa uttanlands og sum kanska eina ferð vilja búseta seg í okkara kæru kommunu.   


Gott val øll somul!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valið er av
Samgongan nærkast millum B-C-D-E
Karl H. Johansen fremstur við 304 atkvøð…
Bunkin hjá Karl veksur skjótt
Uppteljingin byrjað
64 fleiri høvdu valt kl. 16.00
Fortov frammanfyri Varpið
344 brævatkvøður í Klaksvík
41 fleiri høvdu valt kl. 14.00
4082 hava valrætt í dag - 40 fleiri enn…
Áron Sofus Vest
Friða jørð og útgrevstur
Norðlýsið á kvøldarkafé
Skorheim í studio
Rás 2 sendir frá kommunuvali­num, bæði sj…
Fríðin komin á gátt
Ferðslu­kunning í samband við valið
Andreas vitjaði Norðlýsið
Myndarøð: Gott veður og gott lag á velja…
Svar mítt, Miðfloksins vegna, til skilag…